Giela
5. flokkur í Skúlanum við Streymin
Kabbeleka blommar i maj och juni. Växten kan bli 10 till 50 cm hög. Plantan växer i diken längs älvstranden och i sumpig terräng.
Mýrisólja blómar í mai og juni. Hon kann gerast 10 til 50 cm høg. Hon veksur í veitum, eftir áarbakkanum og í mýrum.
Tusensköna är en liten växt ca. 5-15 cm hög. Den är så robust att den växer året runt, även på vintern. När snön töar, skjuter den upp sitt huvud.
Summardáin er lítil á vøkstri, einar 5 til 15 cm til støddar. Hann er so lívseigur, at hann veksur alt árið. Eisini um veturin, tá ið kavin toyar, setur hann høvdið uppundan.
Ängsull blommar i maj och juni. Växten blir 20-40 cm hög. Växten växer där det är fuktigt. Den växer bara på det norra halvklotet.
Mýrufípan blómar í mai og juni. Hon kann gerast 20 til 40 cm høg. Hon veksur, har tað er eitt sindur vátt. Veksur bert á norðaru hálvkúlu.
Vár hagasólja gerst 10-30 cm. Blomstrar í mai-juni. Litingarurt, sum hevur litin gult.
Fläcknycklar kallas också “Pälsfrun” på färöiska, säkert för att blomman kan påminna om en fru i en fin kappa. Fläcknycklar blommar tidigt på sommaren i juni och juli. Växten blir 10-30 cm hög. Växten växer i trädgårdar och på fält.
Børkubóndi verður eisini nevndur kápukona. Hetta helst tí, at um tú hyggur nær at honum, líkist hann eini konu í fínum kjóla. Hann blómar tíðliga á sumri, í juni og juli. Hann gerst 10 til 30 cm høgur. Hann veksur í bø og í haga.
Midsommarblomster blommar i juni och juli. Växten blir 15 till 60 cm hög och används till att färga garn med. Midsommarblomster växer där jorden är bra och där det är gott om solljus.
Litingarsortugras blómar í juni og juli. Tað gerst 15 - 60 cm høgt, og verður brúkt at lita tógv við. Tað gevur gulan lit. Tað veksur, har tað er góð jørð og góður sólargangur.
Gökblomster blommar i juli. Växten blir 20 till 30 cm hög. Gökblomster ses ofta i sankmark, i trädgårdar och i vägkanten.
Reyðakkuleyða blómar í juli. Hon gerst 20 til 30 cm høg. Hon er vanlig í vátlendi, í bønum og við vegjaðarin.
Hökfibbla blir 20-60 cm hög. Växten blommar från juli till september. Hökfibblan växer där jorden är stenig och torr.
Smyrilsurt er 20 til 60 cm høg. Hon blómar frá juli til september. Smyrilsurt veksur, har tað er grýtut og turt.
Vitklöver blir 10-25 cm hög. Växten ses ofta i trädgårdar och längs vägen. Vitklöver kallas också “Fårklöver” på Färöarna.
Smæra verður 10 til 25 cm høg. Hon er ofta at síggja í bønum og fram við vegnum. Smæra verður eisini nevnd seyðasmæra.
Børkuvísa gerst 5-20 cm høg. Blomstrar í juni og juli. Veksur í hagalendi og í gjáum.
Kennir tú nakrar av blómunum, sum vaksa fram við vegnum, har tú býrt?
Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva/ Guvvieh: S1-24: Thordis Dahl Hansen