Ruoktot
foThordis Dahl Hansen
Síðan 1951 hevur Danski tjóðbankin prentað føroyskar pengaseðlar við føroyskum teksti. Virðið á føroysku pengaseðlunum er tað sama sum á teimum donsku pengaseðlunum. Støddin er eisini tann sama.
5
Høvuðsevnini á teimum pengaseðlunum, sum komu í 2012, eru føroysk djór og føroysk náttúra. Á eini síðu eru djór og á hinari síðuni er ein landslagsmynd.
7
Tað er føroyski listamaðurin Zacharias Heinesen, sum hevur gjørt vatnlitsmyndirnar á teimum seðlunum, íð komu út í 2012. Myndevnini eru við til at geva seðlunum lív og ymiskleika.
9
Hetta er ein 50-krónu seðil. Á aðrari síðuni er eitt veðrahorn, og hinari er Beinisvørð.
11
Hetta er ein 100-krónu seðil. Á aðrari síðuni er eitt petti av einum toski, og hinari er ein mynd av Klaksvík, sum er Føroya næst størsti býur.
13
Hetta er ein 200-krónuseðil. Á aðrari síðuni er ein náttfirvaldur, og á hinari er ein mynd av Tindhólmi.
15
Hetta er ein 500-krónuseðil. Á aðrari síðuni er ein fjørukrabbi, og á hinari síðuni er bygdin Hvannasund.
17
Hetta er ein 1000-krónuseðil. Á aðrari síðuni er ein grágrælingur, og hinari eru oyggjarnar Koltur og Hestur.
19