Giela
Susanne Backe - Frösakullsskolan
Jorgaluvvon dánskkagiella Mette LindemarkTá ið Greta Thunberg var 11 ára gomul, sá hon ein film í skúlanum um plastdálking í havinum. Hon gjørdist stúrin um umhvørvisdálkingina og alheims upphitingina av jørðini.
Da Greta Thunberg var 11 år, så hun en film i skolen, som handlede om plastikforurening i havet. Hun blev oprørt over vores forurening af miljøet og den globale opvarmning på jorden.
Í 2018 skrivaði Greta ein stíl í skúlanum: “Vit vita - og vit kunnu gera okkurt nú”. Hon tók avgerð um, at her mátti okkurt gerast. Hon gjørdi sær sítt egna skelti, súkklaði til Ríkisdagin í Stokkhólmi og byrjaði eitt sitiverkfall.
I 2018 skrev Greta en rapport i skolen: “Vi ved - og vi kan gøre noget nu.” Hun besluttede sig for, at hun måtte gøre noget. Hun skrev på et skilt, cyklede til Rigsdagen (Folketinget) i Stockholm og begyndte en siddestrejke.
Verkfallið helt á hvønn skúladag í nakrar vikur. Síðan hevur hon verið í skúlaverkfalli hvønn fríggjadag fyri at fáa svensku politikarnar at halda Parísavtaluna. Hon hevur eisini ferðast við seglbáti til USA fyri at gera vart við veðurlagið.
Strejken foregik alle skoledage i nogle uger. Siden har hun strejket på fredage, for at få Sveriges politikere til at opfylde Parisaftalen. Hun har også sejlet til USA, for at gøre opmærksom på klimaet.
Greta Tintin Elenora Emman Tunberg var fødd 3. januar 2003 í Stokkhólmi. Foreldur hennara eru sjónleikarin Svante Thunberg og operasangarinnan Malena Emman. Greta hevur fingið diagnosuna Aspergers syndrom.
Greta Tintin Eleonora Ernman Thunberg blev født den 3. januar 2003 i Stockholm. Hendes forældre er skuespilleren Svante Thunberg og operasangeren Malena Ernman. Greta har fået diagnosen Aspergers syndrom.
Aspergers syndrom er eitt menningarórógv, sum minnir um autismu. Tann, sum hevur Aspergers syndrom, kann hava tað trupult við sosialum samspæli. Greta Thunberg er errin av at vera “øðrvísi” og heldur, at hennara Aspergers diagnosa er ein supermegi.
Aspergers syndrom er en funktionsnedsættelse, som minder om autisme. Har man Aspergers syndrom, kan man have sociale vanskeligheder. Greta Thunberg er stolt over at være anderledes og mener, at hendes Asperger-diagnose er en superkraft.
Greta Thunberg er kend um allan heim fyri hennara átak: “Skúlaverkfall fyri veðurlagnum”. Hon hevur fingið nógv uppmerksemi, og hon hevur hitt nógv ráðandi fólk í ymiskum londum. Hennara boðskapur er: Tað hevur stóran skund, og veðurlagið kann ikki bíða.
Greta Thunberg er kendt over hele verden for sin “Skole-strejke for klimaet”. Hun har fået meget opmærksomhed og hun har mødt mange politikere i forskellige lande. Hendes budskab er: “Det er akut og klimaet kan ikke vente”.
Í 2018/2019 hevur Greta Thunberg ferðast runt í heiminum og hildið røður á fleiri verðurlagsráðstevnum, hildið røðu í bretska tinginum, hitt pávan Franciskus í Rom og eisini hevur hon fingið eitt bræv frá Dalai Lama, sum heiðraði hana fyri hennara stóra arbeiði fyri umhvørvinum.
I årene 2018/2019 har Greta Thunberg rejst rundt i hele verden og talt på klimakonferencer, holdt tale i Det britiske parlament, mødt pave Frans i Rom og endda fået brev fra Dalai Lama, som hylder Thunbergs indsats for miljøet.
Stóri áhugin, sum Greta hevur fyri umhvørvinum, hevur breitt seg um allan heim, serliga millum ung. Hennara boðskapur er komin út til milliónir av fólki runt allan heim - samstundis sum hon eisini hevur verið fyri hørðum atfinningum. Greta vil, at vit skulu lurta eftir granskarunum, vakna og byrja at virka fyri einum betri umhvørvi.
Gretas engagement i miljøet har bredt sig over hele verden, især blandt unge. Hendes stemme har nået millioner af mennesker i hele verden - samtidigt har hun været udsat for hård kritik. Greta vil, at vi skal lytte til forskerne, vågne op og begynde at handle for at redde miljøet.
Næmingar í fleiri enn 100 londum vóru í veðurlagsverkfalli fyri at fáa politikararnar at gera okkurt við verðurlagsbroytingarnar. Boðskapur hennara til tey ráðandi er: Tit stjala okkara framtíð!
Elever i mere end 100 lande har strejket for klimaet for at få politikerne til at handle mod klimatruslen. Gretas budskab til magthaverne er: ”I stjæler vores fremtid!”
Í 2018 fekk Greta virðisløn sum “Ársins unga fyrimynd”, í desember 2018 valdi Time Magazine Gretu at vera millum teir 25 tannáringarnar við størst ávirkan í heiminum og í mars 2019 varð hon tilnevnd Friðarheiðursløn Nobels.
I 2018 fik Greta prisen som ´Årets unge forebillede´. Time Magazine udnævnte i december 2018 Greta til én af verdens 25 mest indflydelsesrige teenagere og i marts 2019 blev hun nomineret til Nobels fredspris.
Ein nýfunnin klukka í Kenja er uppkallað eftir Gretu. Klukkan eitur nú Nelloptodes gretae. Klukkan er gul, blind, hevur ongar veingir, men hon hevur tvær antennur, sum líkjast flættum. Náttúrusøguliga savnið í London hevur valt at heiðra Gretu fyri hennara arbeiði at verja náttúruna við at uppkalla eitt djór eftir henni.
Greta har fået opkaldt en nyopdaget bille fra Kenya efter sig. Den hedder ´Nelloptodes gretae´. Billen er gul, blind og uden vinger, men har to antenner, som ligner fletninger. Naturhistorisk Museum i London har valgt at hylde Greta for hendes arbejde for at forsvare naturen ved at opkalde dyret efter hende.
Stóra málið hjá Gretu er at stríðast fyri veðurlangnum. 13. heimsmál hjá ST er um at tálma verðurlagsbroytingum. Hvat kanst tú gera fyri umhvørvið í tínum gerandisdegi?
Gretas store mål er at kæmpe for klimaet. FN´s verdensmål nr. 13 handler om at bekæmpe klimaforandringerne. Hvad kan du selv gøre for miljøet i din hverdag?
Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva/ Guvvieh/ Nuotraukos/ Photo:
S1+6+10: Anders Hellberg - commons.wikimedia.org
S4: Pxhere.com
S8: Frankie Fouganthin - commons.wikimedia.org
S12: Melessa - commons.wikimedia.org
S14+22: European Parliament - flickr.com
S16: Astraea - vimeo.com
S18: Goran Horvat - pixabay.com
S20: ©Jerker Ivarsson - aftonbladet.se
S24: ©Michael Darby
S26: Globalgoals.org