Skift
språk
Tjóðsangirnir í Norðurlondum
Tjóðsangirnir í Norðurlondum

Atlantbib

Omsett til færøysk av Asta Wolles
3
4

Øll menniskju kenna seg knýtt at einum landi ella einum fólkaslagi. Ofta kennir ein seg knýttan at einum flaggi, einum máli og einum tjóðsangi. Her kanst tú lesa um norðurlendsku tjóðsangirnar.

5
6

Finski tjóðsangurin eitur “Maamme” (Okkara land). Upprunaliga var hann skrivaður á svenskum. Johan Ludvig Runeberg yrkti í 1848, Paavo Cajander týddi hann til finskt í 1889. Lagið er tað sama sum til estiska tjóðsangin.

7
8

Í Álandi hava tey sungið “Ålänningens sång” síðani 9. juni 1922, tá Áland fekk sjálvstýri. John Grandell hevur yrkt tjóðsangin.

9
10

Í Svøríki eitur tjóðsangurin “Du gamla, du fria, du fjeldhøga nord”. Richard Dybeck yrkti í 1844.

11
12

“Ja, vi elsker dette landet” verður nýttur sum tjóðsangur í Noregi. Hann er kortini ongantíð viðurkendur sum tjóðsangur í Noregi. Bjørnstjerne Bjørnson yrkti í 1860-unum.

13
14

Isak Saba yrkti í 1906 tjóðsangin, sum sámar hava í felag. Hann var yrktur á norðursámiskum. Seinni er hann týddur til hini sámisku málini. Hann eitur “Sámi soga lávlla” (Sangurin hjá sámum)”. Ikki fyrr enn í 1986 varð hann valdur til tjóðsang hjá sámum.

15
16

Mest nýtti tjóðsangur í Danmark er “Der er et yndigt land”. Adam Oehlenschläger yrkti í 1819. Hin tjóðsangurin er “Kong Christian stod ved højen mast”. Johannes Ewald yrkti í 1778.

17
18

“Nunarput Utoqqarsuanngoravit” (Okkara elligamla land) hevur verið grønlendski tjóðsangurin síðani 1916. Grønlendingurin Henrik Lund yrkti.

19
20

Símun av Skarði yrkti føroyski tjóðsangin í 1906. Hann eitur “Tú alfagra land mítt”.

21
22

Íslendski tjóðsangurin er ein sálmur, sum Matthias Jochumsson yrkti í 1874. Hann eitur “Lofsöngur”. Ikki fyrr enn í 1983 varð hann alment góðkendur sum tjóðsangur íslands.

23
24

Dugir tú at syngja onkur av løgunum til tjóðsangirnar?

25
Tjóðsangirnir í Norðurlondum

Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva/ Guvvieh:
S1: Eileen Sandá - commons.wikimedia.org
S4: commons.wikimedia.org
S6-22: norden.org
S24: Ane Cecilie Blichfeldt - norden.org
Forrige side Næste side
X