schafte
1. og 2. flokkur í Skúlanum við Streymin
Sena farerų patarlė sako, kad “Farerų salų auksas yra vilna”. Farerų salose yra apie 70 000 avių. Farerams avys visada bus svarbios, nes jos yra naudojamos ir maistui, ir drabužiams.
“Ull er Føroya gull” er gamalt føroyskt orðatak. Tað eru uml. 70.000 seyðir í Føroyum. Seyður hevur altíð havt stóran týdning fyri føroyingar, tí hann bæði hevur útvegað okkum mat og klæðir.
8-tam amžiuje, kai norvegai atvyko į Farerų salas, jose buvo daug avių. Pirmoji avių veislė buvo nedidelė ir panaši į ypatingas Soay avis, kurios iki šiol gyvena Škotijoje.
Longu tá ið norðbúgvar komu til Føroya í 9. øld, var nógvur seyður á oyggjunum. Upprunaseyðurin var lítil og minti um serstaka Soay-seyðin, sum enn livir á skotska oyggjabólkinum St. Kilda.
Farerų salų nacionaliniame muziejuje galite pamatyti Dimon avis. Paskutinės pirmykštės avys liko Mažojoje Dimono saloje, bet buvo nužudytos apie 1860 metais.
Á Føroya Fornminnissavni ber til at síggja sokallaða dímunarseyðin. Síðstu upprunaseyðirnir hildu til á Lítlu Dímun og vórðu avlívaðir uml. 1860.
Buvo daug avių, kurios mirė XVI amžiuje, o kitos avių veislės buvo įvežtos iš Islandijos, Šetlando ir Orknio salų.
Seyðafelli í 17. øld hevði við sær, at onnur seyðasløg vórðu flutt inn úr Íslandi, Hetlandi og Orknoyggjunum.
Farerų avys primena avių veislę Norvegijoje, kuri vadinama „Spælsau“. Su jomis artimai susijusios ir Islandijos avys. Ypatinga šios veislės avių ypatybė yra ta, kad jos turi trumpas uodegas.
Føroyski seyðurin minnir um seyðaslag í Noregi, sum tey kalla “spælsau”. Seyðurin í Íslandi er eisini nær slektaður við hann. Nakað, ið eyðkennir hesi seyðasløg, er, at tey hava stuttan hala.
Farerų salose klesti avys. Žiemos švelnios,tačiau net ir sningant jos gali susirasti ko nors užkąsti.
Seyður trívist væl í Føroyum. Veturin er mildur, og sjálvt tá ið kavi liggur, kann hann skava seg niður á okkurt etandi.
Avys minta žole ir yra vadinamos atrajotojais. Tai reiškia, kad jos iš pradžių praryja žolę, o paskui sugražina ją atrydamos.
Seyður etur gras og er tað vit kallað jóturdýr. Tað vil siga, at hann fyrst svølgir grasið fyri síðani at klíggja tað upp aftur at tyggja.
Poravimasis (gimimas) vyksta pavasarį. Pirmą kartą ėriukus žindo mamos, o tik vėliau jie pradeda ėsti žolę ir greitai užauga. Jau tų pačių metų rudenį dauguma būna paskersti.
Lembing er um várið. Smálombini súgva mammu sína fyrstu tíðina, men fara síðani at eta gras og vaksa skjótt. Longu á heysti sama ár, verða flestu teirra flett.
Avies dalis galima valgyti beveik visas: vidurius, kraują bei avies galvą. Dauguma paskerstų kūnų kabinami sandėliukuose, kad mėsa fermentuotųsi ir džiūtų ir kad būtų galima valgyti vėliau.
Mest sum alt á seyði verður etið. Eisini avroð, blóð og seyðarhøvd. Flestu krovini verða hongd í hjallarnar at ræsa og turka, og so verður kjøtið klárt at eta næstu mánaðirnar.
Avies vilną galima suverti į verpalus. Farerų vilną yra labai šilta dėvėti, joje taip pat yra daug lanolino, todėl ji savaime išsivalo.
Seyðaull kann verða spunnin til tógv. Føroyska ullin er sera heit og inniheldur eisini nógv lanolin, sum ger, at hon reinsar seg sjálva.
Avinai turi ragus, o avys – be ragų. Jei avis gauna ragus, jie yra daug mažesni nei avino.
Veðrarnir hava horn, meðan ærnar vanliga eru kollutar. Hava ærnar horn, eru tey munandi minni enn á veðrunum.
Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva/ Guvvieh/ Nuotraukos/ Photo:
S1+14: Erik Christensen - commons.wikimedia.org
S4+10+18: Arne List - flickr.com/ commons.wikimedia.org
S6: Owen Jones - commons.wikimedia.org
S8: Northerner - commons.wikimedia.org
S12: Thomas Mues - commons.wikimedia.org
S16+22: Lisa Borgström
S20: Jan Thomsen
S24+26: Jóannes S. Hansen