schafte
Wilma Wiman, Ciciliia Åkesson och Theo Göting - Östergårdsskolan
Ouerseet tu färöösch foon Aggi Ásgeirsdóttir og Asta WollesHjärtat är en stor muskel som växer när den får arbeta hårt och därför har vältränade personer större hjärta än de som inte tränar alls.
Hjartað er ein stórur vøddi, sum veksur, tá hann arbeiðir dúgliga, og tí hava fólk, sum venja nógv, størri hjarta enn tey, sum ikki venja.
Hjärtat är en ihålig muskel som aldrig blir trött av att arbeta. Den pumpar 60-80 gånger varje minut på ett dygn. Hjärtat är lika stor som din knytnäve.
Hjartað er ein innanopin vøddi, sum ongantíð gerst troyttur av at arbeiða. Hann pumpar 60-80 ferðir um minuttin alt samdøgrið. Hjartað er sum ein nevi til støddar.
Oftast situr menniskjahjartað í vinstru síðu, men tað finnast tó undantøk.
Alla dina celler få syre och näring genom blodet som pumpas ut och in med hjälp av ditt hjärta i stora och små blodkärl.
Allar tínar kyknur fáa súr- og føðsluevni gjøgnum blóðið, ið hjartað pumpar út í størri og smærri blóðæðrar.
I det stora kretsloppet pumpas blodet till alla celler i kroppen och lämna av syre. När blodet kommer tillbaka till hjärtat så pumpas det först ett varv till lungorna, där det lämnar av koldioxid.
Í stóra blóðrenslinum verður blóðið pumpað til allar kyknurnar í kroppinum og skilur frá sær súrevni. Tá blóðið kemur aftur til hjartað, fer tað fyrst ein umgang gjøgnum lunguni, har tað letur CO₂ frá sær.
Rören där blodet färdas i kallas blodkärl och de som pressar ut blodet i kroppen kallas artärer. Blodkärlen blir mindre och smalare. De allra smalaste heter kapillärer. De blodkärl som leder blodet tillbaka till hjärtat kallas vener.
Rørini, sum flyta blóðið, verða kallað blóðæðrar. Æðrarnar, sum flyta blóðið út frá hjartanum eita lívæðrar. Blóðæðrarnar gerast minni og tynri, og tær allartynstu eita háræðrar. Æðrarnar, sum flyta blóðið aftur til hjartað, eita bláæðrar.
De röda blodkropparnas uppgift är att frakta syre till cellerna och koldioxid till lungorna. De vita blodkropparna skyddar mot bakterier och andra hot mot kroppen.
Uppgávan hjá reyðu blóðkornunum er at flyta súrevni til kyknurnar og CO₂ til lunguni. Hvítu blóðkornini verja kroppin móti bakterium og øðrum hóttanum.
I blodet finns det blodplättar och blodplasma. Blodplättarna läker ihop vårt skinn om vi får ett sår. Blodplasman transporterar olika ämnen som kroppen behöver.
Í blóðinum eru blóðplátur og blóðplasma. Blóðpláturnar fáa húðina at grøða saman aftur, um vit hava fingið eitt sár. Blóðplasmað flytur ymisk evni, sum kroppinum tørvar.
Hjärtat och blodomloppet är också en del av kroppens immunförsvar och hjälper till att hålla kroppstemperaturen.
Hjartað og blóðrenslið eru eisini partar av órinsverjuni hjá kroppinum og hjálpa til við at halda kropshitan.
Ett blodprov kan ge viktig information om din hälsa. Man får ett litet stick i fingret som talar om så mycket om din kropp.
Ein blóðroynd kann geva týdningarmiklar upplýsingar um tína heilsu. Tú fært eitt lítið prik í fingurin, og tað kann siga nógv um kroppin.
Kommer ni ihåg från texten hur många gånger hjärtat slår på en minut? Kan du känna att ditt hjärta slår?
Minnast tit, hvussu ofta hjartað slær um minuttin? Svarið er at finna í tekstinum. Merkir tú, hvussu hjarta títt slær?
Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva/ Guvvieh/ Nuotraukos/ Photo:
S1: Anthony - pixabay.com
S4: Andrea Cannata - pixabay.com
S6: ALSUSAFAROVA - commons.wikimedia.org
S8: Mohamed Hassan - pixabay.com
S10: Mikael Häggström - commons.wikimedia.org
S12: Arek Socha - pixabay.com
S14: CC - Medicalgraphics.de
S16: Allinonemovie - pixabay.com
S18: ElasticComputerFarm - pixabay.com
S20: Kalhh - pixabay.com
S22: Publicdomainfiles.com
S24: PublicDomainPictures - pixabay.com