Atgal į paiešką
foThordis Dahl Hansen
Longsta dag, 21. juni, eru tað nógv fólk, sum fara niðan á Slættaratind fyri at síggja sólina seta.
9
Tann minsta oyggin í Føroyum eitur Lítla Dímun. Hon er eitt fjall, øll sum hon er. Fjallið eitur Rávan og er 414 metrar høgt.
13
Tá ið vit standa á Sneis, síggja vit bygdirnar Oyri, Oyrarbakka og Norðskála. Eisini síggja vit brúnna um Streymin, sum bindur Eysturoy og Streymoy saman.
17
Regin Ellingsgaard hevur verið á øllum fjallatindum í Føroyum. Her er hann á Knúki í Borðoy, sum er 642 metrar høgur.
19
Kennir tú navnið á nøkrum fjallatindi tætt við, har tú býrt? Og hevur tú nakrantíð staðið á einum fjallatindi?
21