valodu
Mads Nielsen, Konrad Andreasen, Lucas Villamil og Petrea Siegel - Filipskolen, Amager
Tulkojums uz fēru valodu June-Eyð JoensenLEGO® varð sett á stovn í 1932. Maðurin aftanfyri var timburmaðurin, Ole Kirk Christiansen, sum ikki hevði nógvan pening og búði í Billund.
LEGO® varð sett á stovn í 1932. Maðurin aftanfyri var timburmaðurin, Ole Kirk Christiansen, sum ikki hevði nógvan pening og búði í Billund.
Tá ið kona Óla doyði, mátti hann sjálvur taka sær teimum fýra synunum. Men hann var ikki ein maður, ið gav skarvin yvir.

Synir hansara góvu honum hugskotið til at gera træ-leikur. Sonur hansara, Godtfred, hjálpti honum við at gera leikurnar.

Óli fann upp á navnið, LEGO®, sum er ein stytting fyri at spæla væl. Á latínskum merkir lego: “Eg seti saman”.

Óli hevði ein rúgvu av træi liggjandi frá tíðini, tá ið hann arbeiddi sum timburmaður. Men tað gekk striltið við søluni.

Í 1946 var Óli ein túr í Keypmannahavn, har hann sá eina maskinu, sum kundi gera ymsar plastikk-kubbar. Hesa keypti hann sær.

Óli doyði í 1958. Harafturat brann verkstaðurin í grund í 1960, og Godtfred misti allar træleikur og tekningar. Síðani varð alt gjørt úr plastikki.

Í byrjanini sótu kubbarnir ikki fastir í hvørjum øðrum, men Godtfred fann uppá at seta smá rør í botnin, so at teir kundu setast saman.

Tá ið legokubbarnir gjørdust væl umtóktir, bygdi Godtfred eina floghavn í Billund, so at handilssambond kundu koma á vitjan. Floghavnin er hin størsta í Jútlandi í dag.

Godtfred lat ein undirhaldsgarð upp í 1968 fyri at vísa tey nógvu nýggju legomodellini fram. Í dag eru fleiri LEGOLoND í heiminum.

LEGO® framleiðir næstflestar leikur í heiminum í dag.
Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva/ Guvvieh: S1: Vtitarchuk - pixabay.com S4: visitbillund.dk S6+8+12+16: lego.com S10: Simon Blüthenkranz - pixabay.com S14: Arne Hückelheim - commons.wikimedia.org S18: Clovis Cheminot - pixabay.com S20: Stefan Åge Nielsen S22: Rebekka Hardonk Nielsen S24: Marcino - pixabay.com S26: Andrew Martin - pixabay.com Mere om LEGO: www.lego.com