![](https://atlantbib.org/sites/default/files/logo_0.png)
Atgal į paiešką
4. flokkur í Skúlanum við Streymin
Og her er ein stórur krabbi. Hesin eitur fjørukrabbi. Skelin kann verða umleið 8 cm breið.
Hetta er ein kvennfjørukrabbi. Tað síggja vit, tí hann hevur rogn undir afturkroppinum.
Vit funnu eisini ein trælsrass, sum er eitt slag av tindadýri, sum livir á havbotninum.
Hetta er ein fliða. Fliða er ein snigil, sum á flóð skríður runt. Tá ið tað fjarar, sýgur hon seg fasta, so at hon ikki tornar upp.
Her er ein langskel. Hon kann gerast 10 til 15 cm lang. Tá ið tað fjarar, grevur hon seg niður í sandin.
Gjar er eitt lítið krabbadýr, sum situr fast á steini ella hellu. Krabbin liggur á rygginum inni í skelini. Ovast uppi á skelini er ein lúka, sum hann letur upp og stingur beinini út ígjøgnum, tá hann fær sær at eta.
Hetta er slýleggur. Her á myndini liggur hann niðri. Tá tað fløðir aftur, reisir hann seg og stendur í sjónum. Hann er góður hjá kombikkum, marflugum og øðrum dýrum at krógva seg í. Slýleggur kann gerast 30 cm langur.
Hetta er bløðrutur skúvtari. Flotbløðrurnar, sum eru í taranum, gera, at hann flýtur. Bløðrutarin veksur ovarlaga í fjøruni. Hann kann gerast 6-8 ár.
Tá ið tað fjarar, fer alt undir aftur, og vit fara heim. Kennir tú nøkur onnur dýr, sum eru í fjøruni?