valodu
Louise Hermansen Starup & Laura Marie Salling Sørensen
Tulkojums uz fēru valodu June-Eyð JoensenKnópsvanur er danskur tjóðfuglur. Tað hevur hann verið síðani 1984. Knópsvanur er at finna allastaðni í Danmark.
Knópsvanur er danskur tjóðfuglur. Tað hevur hann verið síðani 1984. Knópsvanur er at finna allastaðni í Danmark.
Hann kann blíva upp í 26 ára gamal. Ein vaksin knópsvanur kann viga upp í 16 kg.
Nevið er appilsingult við einum svørtum knubbi niðan á pannuna. Undirnevið, beinini og føturnir eru svørt.

Knópsvanur er ein tigandi fuglur. Hann sigur lítið. Á enskum eitur hann einki mætari enn “mute swan”, sum merkir “dumbur svanur”.

Seinast í apríl verpur bøgan 5-8 grágrøn egg. Bøgan bølir, meðan steggin stendur á varðhaldið. Tað tekur uml. 5 vikur at klekja eggini.

Ungarnir verða verandi hjá foreldrunum, til teir eru um 4 mánaðir gamlir. Tá duga teir at flúgva og eru klárir at fara frá foreldrunum.

Ungu knópsvanarnir eru grábrúnir. Um eitt ára aldur, byrja teir at fáa hvítar blettir. Men teir fáa ikki heilt hvítar fjarðar, fyrr enn teir eru um tvey ára aldur.

Knópsvanur livir mest av plantum, sum vaksa í vatni. Fer knópsvanur eftir føði á djúpum vatni, vendir hann “afturpartinum” upp í loft og strekkir hálsin.

Onkuntíð fara knópsvanar upp á land fyri at eta gras í bønum ella í vátum lendi.
Knópsvanurin er eisini við í einum ævintýri, sum H.C. Andersen hevur skrivað. Tað eitur “Mishátti dunnuungin”.

Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva: S1+6+8+10+18+24: Rebekka Hardonk Nielsen S4: Steve Bidmead - pixabay.com S12: Suesun - pixabay.com S14: WunschbrunnenEla - pixabay.com S16: Philippe Montes - pixabay.com S20: PollyDot - pixabay.com S22: Vilhelm Pedersen - commons.wikimedia.org