valodu
Stine Kaiser
Tulkojums uz fēru valodu June-Eyð JoensenI Danmark är fastetiden först och främst barnens fest. Ordet “fastelavn” kommer från det tyska “Fastelabend”, som betyder “faste-afton”. Fastetiden infaller oftast i februari.
Í Danmark er føstulávint fyrst og fremst eitt hald fyri børnini. Orðið, føstulávint, stavar frá týska orðinum, “Fastelabend”, sum merkir “føstu-kvøld”. Føstulávint er ofta í februar.
Förr i tiden höll man en fastlagsfest kvällen före de 40 fastedagarna. Under fastan åt man bara groft bröd, gröt och fisk. När fastan är slut börjar påsken.
Fyrr í tíðini varð føstulávintveitsla hildin kvøldið fyri teir 40 føstudagarnar. Í føstuni ótu tey bara grovt breyð, greyt og fisk. Tá føstan er av, byrja páskirnar.
Idag slår man “katten ur tunnan” på fastetiden. Förr i tiden var det en levande katt i tunnan som man förknippade med det onda. Idag fylls tunnan med godis och en katt gjord av papper.
Nú á døgum sláa vit tunnu á føstulávint. Fyrr var ein livandi ketta í tunnuni, sum varð sett í samband við tað ónda. Nú verður tunnan fylt við góðgæti og einari kettu úr pappíri.
I fastetiden klär man ut sig. Förr i tiden klädde man ut sig som djävulen för att skrämma bort det onda. Idag är det annorlunda utklädningar. Ofta är det ett pris till bästa utklädnad.
Á føstulávint lata vit okkum í grýluklæði. Fyrr í tíðini lótu tey seg í sum illimaður fyri at styggja tað ónda burtur. Nú á døgum lata fólk seg í ymisk klæðir. Ofta er ein virðisløn til bestu grýluna.
Tann, ið slær alt av tunnuni, verður “katta-kongur”, og ein “katta-drotning” verður eisini vald.
Ett fastlagsris är en bunt grenar - oftast från ett björkträd. Förr i tiden slog man sina barn med fastlagsriset till minne av Jesus lidelser under påsken.
Eitt føstulávintsrís er eitt bundi av greinum - oftast av einum birkitræi. Fyrr í tíðini flongdu tey børn síni við føstulávintsrísinum til minnis um Jesu líðingar á páskum.
Idag är fastlagsriset dekorerat med pynt klippt av papper, fjädrar och blommor i silkespapper. Man kan ha tur att få ett fastlagsris med godis i.
Føstulávintsrís eru í dag prýdd við pappírsklippi, fjaðrum og blómum úr silkipappíri. Tú kanst eisini vera heppin og fáa eitt føstulávintsrís við góðgæti uppá.
Vit eta eisini føstulávintsbollar, sum eru søtligir bollar við vaniljukremi inní.
Att skallra är en sed under fastetiden. Utklädda barn går från dörr till dörr och sjunger faslagssånger. Barnen får pengar eller godis som tack för sången.
At “ringla” er ein siður á føstulávint. Grýluklødd børn ganga hús av húsi og syngja føstulávintssangir. Børnini fáa pengar ella góðgæti sum tøkk fyri sangin.
Barnen sjunger: “Fastlagstiden är mitt namn, bullar vill jag ha, om jag inga bullar får, så dödar jag”.
Børnini syngja: “Føstulávint er navn mítt, eg vil hava bollar, um eg ikki fái bollar, so fari eg at leika í”.
En rolig lek under fastetiden är att “bita i en bulle”. Det gäller att snabbast äta en bulle med händerna på ryggen. Bullen hänger i ett snöre framför ansiktet.
Eitt stuttligt spæl á føstulávint er eitt nú at “býta í bolla”. Tað ræður um skjótast at eta ein bolla við hondunum aftan fyri ryggin. Bollin hongur í einum bandi framman fyri andlitið.
Foto/ Myndir: S1+8+10+16+28: Stefan Åge Hardonk Nielsen S4: Erbs55 - pixabay.com S6: commons.wikimedia.org S12+18+22+24+26: Stine Kaiser S14: Albert d´Arnoux - 1857 S20: dengangi50erne.blogspot.dk