kalbą
4. flokkur í Skúlanum við Streymin
Tá tað er stór fjøra, er tað stuttligt at fanga krabbar og annað gott í fjøruni.
Tað er spennandi at venda steinum og vita, hvat rørir seg undir teimum.
Og her er ein stórur krabbi. Hesin eitur fjørukrabbi. Skelin kann verða umleið 8 cm breið.
Hetta er ein kvennfjørukrabbi. Tað síggja vit, tí hann hevur rogn undir afturkroppinum.
Vit funnu eisini ein trælsrass, sum er eitt slag av tindadýri, sum livir á havbotninum.
Detta är skålsnäckor. Skålsnäckor är en snigel, som vid högvatten glider runt. Vid lågvatten suger den sig fast, så den inte torkar ut.
Hetta er ein fliða. Fliða er ein snigil, sum á flóð skríður runt. Tá ið tað fjarar, sýgur hon seg fasta, so at hon ikki tornar upp.
Hetta eru egg hjá purpurkúvingi. Niðast á myndini sæst eisini ein purpurkúvingur.
Här är en knivmussla. Den kan bli 10-15 cm lång. Vid lågvatten gräver den sig ner i sanden.
Her er ein langskel. Hon kann gerast 10 til 15 cm lang. Tá ið tað fjarar, grevur hon seg niður í sandin.
Räfflad havstulpan är ett mycket litet krabbdjur, som sitter fast på sten eller klippor. Krabban ligger på rygg inne i skalet. Högst upp är det en liten lucka, som krabban öppnar och sticker ut benen igenom, när den ska ha något att äta.
Gjar er eitt lítið krabbadýr, sum situr fast á steini ella hellu. Krabbin liggur á rygginum inni í skelini. Ovast uppi á skelini er ein lúka, sum hann letur upp og stingur beinini út ígjøgnum, tá hann fær sær at eta.
Detta är tarmtång. På bilden ligger den ner. När det blir högvatten igen, reser den sig igen i vattnet. Tarmtången är ett bra gömställe för storspigg, tångloppor och andra småkryp. Tarmtången kan bli 30 cm lång.
Hetta er slýleggur. Her á myndini liggur hann niðri. Tá tað fløðir aftur, reisir hann seg og stendur í sjónum. Hann er góður hjá kombikkum, marflugum og øðrum dýrum at krógva seg í. Slýleggur kann gerast 30 cm langur.
Detta är blåstång. Flytblåsorna som är på tången gör att tången flyter. Blåstång växer överst på tidvattenzonen. Den kan bli 6-8 år.
Hetta er bløðrutur skúvtari. Flotbløðrurnar, sum eru í taranum, gera, at hann flýtur. Bløðrutarin veksur ovarlaga í fjøruni. Hann kann gerast 6-8 ár.
Hetta er tarablað. Tarablað verður umleið 1 til 5 m langt.
När högvattnet kommer in försvinner allt under vattnet, och vi går hem. Känner du till några andra djur vid stranden?
Tá ið tað fjarar, fer alt undir aftur, og vit fara heim. Kennir tú nøkur onnur dýr, sum eru í fjøruni?
Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva: S1-30: Thordis Dahl Hansen