kalbą
Stine Kaiser
Išversta į farerų iš June-Eyð JoensenÍ Danmark er føstulávint fyrst og fremst eitt hald fyri børnini. Orðið, føstulávint, stavar frá týska orðinum, “Fastelabend”, sum merkir “føstu-kvøld”. Føstulávint er ofta í februar.
Í Danmark er føstulávint fyrst og fremst eitt hald fyri børnini. Orðið, føstulávint, stavar frá týska orðinum, “Fastelabend”, sum merkir “føstu-kvøld”. Føstulávint er ofta í februar.
Fyrr í tíðini varð føstulávintveitsla hildin kvøldið fyri teir 40 føstudagarnar. Í føstuni ótu tey bara grovt breyð, greyt og fisk. Tá føstan er av, byrja páskirnar.

Nú á døgum sláa vit tunnu á føstulávint. Fyrr var ein livandi ketta í tunnuni, sum varð sett í samband við tað ónda. Nú verður tunnan fylt við góðgæti og einari kettu úr pappíri.

Á føstulávint lata vit okkum í grýluklæði. Fyrr í tíðini lótu tey seg í sum illimaður fyri at styggja tað ónda burtur. Nú á døgum lata fólk seg í ymisk klæðir. Ofta er ein virðisløn til bestu grýluna.

Tann, ið slær alt av tunnuni, verður “katta-kongur”, og ein “katta-drotning” verður eisini vald.

Eitt føstulávintsrís er eitt bundi av greinum - oftast av einum birkitræi. Fyrr í tíðini flongdu tey børn síni við føstulávintsrísinum til minnis um Jesu líðingar á páskum.

Føstulávintsrís eru í dag prýdd við pappírsklippi, fjaðrum og blómum úr silkipappíri. Tú kanst eisini vera heppin og fáa eitt føstulávintsrís við góðgæti uppá.

Vit eta eisini føstulávintsbollar, sum eru søtligir bollar við vaniljukremi inní.
At “ringla” er ein siður á føstulávint. Grýluklødd børn ganga hús av húsi og syngja føstulávintssangir. Børnini fáa pengar ella góðgæti sum tøkk fyri sangin.

Børnini syngja: “Føstulávint er navn mítt, eg vil hava bollar, um eg ikki fái bollar, so fari eg at leika í”.

Eitt stuttligt spæl á føstulávint er eitt nú at “býta í bolla”. Tað ræður um skjótast at eta ein bolla við hondunum aftan fyri ryggin. Bollin hongur í einum bandi framman fyri andlitið.

Foto/ Myndir: S1+8+10+16+28: Stefan Åge Hardonk Nielsen S4: Erbs55 - pixabay.com S6: commons.wikimedia.org S12+18+22+24+26: Stine Kaiser S14: Albert d´Arnoux - 1857 S20: dengangi50erne.blogspot.dk