Vállji
gielav
Rovdyr i Danmark
Rovdyr i Danmark

1. b - Vonsild Skole

Sámegiellaj jårggåluvvam färsuollugiella June-Eyð Joensen
3
4

Eitt rándjór er eitt djór, sum livir av at eta onnur djór - bæði súgdjór, fiskar, fuglar, skordýr og onnur smákykt.

5
6

Revurin er eitt vanligt rándjór í Danmark. Hann livir mest av at eta mýs og býr í revaholum. Tað verða skotnir 40.000 revar í Danmark um árið.

7
8

Márarnir í Danmark eru húsmárar og skógarmárar. Skógarmárurin hevur gulliga bringu. Hann er sjáldsamur og er tí friðaður. Húsmárurin hevur hvíta bringu. Hann kanst tú skjóta, tí hann kann finna uppá at oyðileggja loftið í húsum hjá fólki.

9
10

Ein roysikattur (eitt hermalín) er eitt lítið rándjór, sum skiftir feld um veturin. Vanliga er hann brúnur og hvítur, men verður púra hvítur við svørtum halasnippi. Hann livir av at eta mýs, fuglar og egg.

11
12

Grevlingurin er næststørsta rándjórið í Danmark. Hann er virkin um náttina. Hann livir í flokki við upp í 30 grevlingum saman. Grevlingurin etur mest sum alt, men dámar best reyðmaðkar. Í Danmark er grevlingurin friðaður.

13
14

Úlvurin er størsta rándjórið í Danmark og er nú aftur í náttúruni. Hann etur millum annað rádýr, seyðir, harur og mýs. Tað eru 20-25 úlvar í Danmark.

15
16

Í Danmark eru fleiri uglusløg. Stór hornugla er tann størsta. Hon livir mest av at eta rottur, tindasvín og fuglar. Uglur veiða um náttina.

17
18

Havørnir og kongsørnir eiga eisini í Danmark. Tær eru hóttar í náttúruni og eru tí friðaðar. Tær eta rottur, fuglar, fiskar og ræ, sum eru deyð djór.

19
20

Í fleiri støðum í Danmark liva láturkópar og steinkópar fram við strendurnar. Teir føða ungar sínar á landi. Kóparnir liva mest av fiski.

21
22

Geddan er størsti vatnfiskurin í Danmark. Tann størsta, sum er fingin, var 26,5 kg. Geddan etur smærri fiskar, froskar, vatnrottur og dunnuungar.

23
24

Márshundurin hoyrir ikki heima í Danmark, men sæst av og á í Jútlandi. Tú kanst skjóta hann, tí hann er eitt innræsið djór, sum oyðileggur veiðina hjá hinum rándjórunum í Danmark.

25
26

Eru onnur rándjór í tínum landi?

Eru onnur rándjór í tínum landi?

27
Rovdyr i Danmark

Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva: S1: Tomas Huber - pixabay.com S4: József Kincse - pixabay.com S6: Unsplash - pixabay.com S8 Huhu Uet - commons.wikimedia.org S10: James Lindsey - commons.wikimedia.org + Frank Vassen - Flickr.com S12: Kallena - commons.wikimedia.org S14: Rain Carnation - pixabay.com S16: Gianfilippo Maiga - Pixabay.com S18: Juan Lacruz - commons.wikimedia.org S20: Skeeze - Pixabay.com S22: Luc Viatour - commons.wikimedia.org S24: Karlakas - commons.wikimedia.org S26: Bjørn Christian Tørrissen - commons.wikimedia.org
Forrige side Næste side
X