allanngortiguk
Eva-Lotta Berntsson och Lisa Borgström
Nutserisoq: Connie Isabell KristiansenOrðið, advent, merkir tað sama sum koma. Tað er Jesusbarnið, sum skal koma, og tað er tí, vit halda jól.
Ordet advent betyr det samme som ankomst. Det er Jesusbarnet som skal komme og det er derfor vi feirer jul.
Tá ið vit halda Lusiu-dag, 13. desember, so minnast vit Lusiu, sum var eitt halgimenni og búði í Syrakusa í Italia.
Når vi feirer Lucia den 13 desember, feirer vi Sankta Lucia som var en helgen og levde i Siracusa i Italia.
Lusiu-bollar er eitt svenskt hveitibreyð, sum vit seta í samband við Lusiu-dagin. Í Svøríki hava vit etið piparkøkur síðani 14. øld.
Lusseboller er en svensk type bakverk som mange spiser i Luciahelgen. I Sverige har man spist pepperkaker helt siden 1300-tallet.
Miðskeiðis í 18. øld vórðu fyrstu jólatrøini tikin inn í heimini her í Svøríki. Vit prýða við ljósum, kúlum og einari stjørnu í toppinum.
På midten av 1700-tallet vet man at den første julegranen fikk komme inn i de svenske hjem. Man pynter med lys, julekuler og en stjerne på toppen.
Á hallandska jólaborðinum eru jólaskinka, grønkál, prinsapylsa, kjøtbollar, sild, svínsriv, lútfiskur og “Janssons freisting”.
På julebord finner man juleskinke, grønnkål, prinsepølser, kjøttboller, sild, lutefisk og Janssons fristelser.
Ymisk sløg av sjokulátu, karamell-knaski og marsipani eru vanliga á góðgætisborðinum á jólum. At gera sítt egna jólagóðgæti er vanligt fram til jóla og nakað, sum børn kunnu vera við í.
Ulike former for sjokolade, karameller og marsipan er vanlig på julens godteribord. Det er veldig vanlig å lage sitt eget julegodteri. Dette er en aktivitet som mange barn deltar på.
Jólamaðurin við skeggi, longum reyðum frakka og einum fullum posa við jólapakkum hevur verið í Svøríki í meiri enn 100 ár.
Julenissen med skjegg, lang rød lue og en sekk fylt med julegaver, har funnes i Sverige i over 100 år.
Fyrr í tíðini góvu tey eisini gávur á jólum. Tey bankaðu (klappaðu) á dyrnar og blakaðu gávuna inn, og haðani kemur orðið “julklapp”, sum er svenska orðið fyri jólagávu.
For lenge siden ga man bort gaver i juletiden. Man “klappade” (banket) på døren og kastet inn gaven. Derfor kaller vi julegaver for julklapp.
Kvøldið, 23. desember, verður kallað “uppesittarkväll”. Tá fyrireika nógv jólaaftan við at gera jólamat, prýða jólatræið, pakka jólagávur inn og skriva jólagávurím.
Kvelden den 23 desember kalles for “uppersittarkväl” (kvelden før kvelden). Da forbereder mange julaften gjennom å lage julemat, pynte juletreet, pakke inn julegaver og skrive julegaverim.
Soðið, sum tú fært, tá ið tú kókar jólaskinkuna, verður brúkt til “Dopp i grytan”. Tú dyppar breyð í soðið jólaaftan. Jólaaftan verður kallaður “Dopparedagen”.
Kraften man får ved kokingen av juleskinken brukes til “dupp i gryta”. Man dupper brød i kraften på julaften. Julaften kalles for “duppedagen”.
Tey flestu plaga at vakja inn í tað nýggja árið. Vit skjóta fýrverk og ynskja hvørjum øðrum gott nýggjár.
De fleste av oss bruker å holde oss våkne når vi går inn i det nye året. Vi skyter opp raketter og ønsker hverandre godt nytt år.
Foto/Myndir: S1+4+8+10+12+14+20: Lisa Borgström S6: Plum leaves - Flickr.com S16: Jonathan G. Meath S18: Pixabay.com (PDP) S22: Jane Mejdahl S24: Patrik Neckman