6. flokkur (2023-2024) - Skúlin við Streymin
Brúgvin um Streymin er einasta brúgv í Føroyum yvir um sjógvin, sum er bygt til alla almenna ferðslu.
5Í 1853 varð fyri fyrstu ferð alment borið upp á mál at gera brúgv um Streymin. Tí harði streymurin gjørdi tað mangan tvørligt hjá fólki at sleppa yvir um.
7Seinast í trýssunum gjørdi Sundaferjan tað lættari at koma frá Streymoyarlandinum yvir á Eysturoynna. Silgt var á Oyri ella Selatræð - og hinvegin.
9Men arbeiðið byrjaði ikki fyrr enn í 1969. Arbeiðið tók hálvttriðja ár, og 30. oktober í 1973 stóð brúgvin liðug.
11Brúgvin er 220 metrar long, 9,5 metur breið og 17 metrar høg. Brúgvin um Streymin knýtti tær báðar størstu føroysku oyggjarnar Streymoy og Eysturoy saman, har einir 20.000 føroyingar búðu tá.
13Sama dag sum Brúgvin um Streymin var tikin í brúk, varð brúgvin um Bosporussundið í Turkalandi eisini tikin í brúk.
15Brúgvin um Streymin var í 1973 nevnd størsta byggiverkætlan í Føroya søgu, hon kostaði 13 milliónir krónur.
17Í 2018, tá brúgvin var 45 ár, gav Posta út eitt frímerki við mynd av brúnni um Streymin. Virði var 10,00 kr.
19Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva/ Govvá/ Gåvvå/ Guvvieh/ Nuotraukos/ Fotod/ Bil/ Photo:
S1+4: ©Jens Kr. Vang
S6: ©Niclas á Dunga
S8: ©Magnus Hansen
S10: ©Sámal Hansen
S12+20: ©Guðrun Elttør
S14: Selman - pexels.com
S16: Dimmalætting
S18: ©Ólavur Frederiksen