
Aftur til leiting
3. flokkur í Norðskála-Oyrar skúla
Æðan er ein antarfuglur, sum heldur til við strendurnar. Bøgan er brún, og blikurin er svartur og hvítur.
Í juni eru nógv æðureiður at síggja. Æðan roytir dún av sær sjálvari og leggur tað rundan um tey ljósagrønu eggini, so at tey ikki skulu kólna.
Starin er ein smáfuglur, sum vit síggja millum húsini alt árið. Nær hjá sært tú, at hann ikki bara er dimmur, men eisini skyggir grønur og korkalittur og hevur nógvar hvítar og gulbrúnar prikkar.
Um várið láta teir nógv, og teir duga sera væl at herma eftir øðrum fuglum. Um heystið savnast teir ofta í stórum flokkum, tá ið teir saman leita eftir einum staði at yvirnátta.
Krákan etur næstan alt. Hon etur millum annað ormar, sniglar, egg, ungar, mýs, rottur, skeljadjór, fisk, deyð djór og rusk.
Krákan er ein klókur fuglur, sum dugir væl at samstarva við aðrar krákur. Tvær krákur kunnu finna uppá at taka haruungar; onnur lokkar haruna út úr holuni, meðan hin tekur ungarnar.
Havhesturin er ein sjófuglur. Tað vil siga, at hann livir næstan alt lívið á sjónum. Tó má hann upp á land, tá ið hann skal verpa. Havhestur verpur bara eitt egg.
Longu tá ið ungin er einar 6 vikur, er hann størri og tyngri enn foreldrini. Síðst í august verða nógvir tiknir á sjónum, tí føroyingum dámar væl at eta havhest. Havhesturin sæst næstan alt árið.