1. og 2. flokkur í Skúlanum við Streymin
“Ull er Føroya gull” er gamalt føroyskt orðatak. Tað eru uml. 70.000 seyðir í Føroyum. Seyður hevur altíð havt stóran týdning fyri føroyingar, tí hann bæði hevur útvegað okkum mat og klæðir.
5Longu tá ið norðbúgvar komu til Føroya í 9. øld, var nógvur seyður á oyggjunum. Upprunaseyðurin var lítil og minti um serstaka Soay-seyðin, sum enn livir á skotska oyggjabólkinum St. Kilda.
7Á Føroya Fornminnissavni ber til at síggja sokallaða dímunarseyðin. Síðstu upprunaseyðirnir hildu til á Lítlu Dímun og vórðu avlívaðir uml. 1860.
9Seyðafelli í 17. øld hevði við sær, at onnur seyðasløg vórðu flutt inn úr Íslandi, Hetlandi og Orknoyggjunum.
11Føroyski seyðurin minnir um seyðaslag í Noregi, sum tey kalla “spælsau”. Seyðurin í Íslandi er eisini nær slektaður við hann. Nakað, ið eyðkennir hesi seyðasløg, er, at tey hava stuttan hala.
13Seyður trívist væl í Føroyum. Veturin er mildur, og sjálvt tá ið kavi liggur, kann hann skava seg niður á okkurt etandi.
15Seyður etur gras og er tað vit kallað jóturdýr. Tað vil siga, at hann fyrst svølgir grasið fyri síðani at klíggja tað upp aftur at tyggja.
17Lembing er um várið. Smálombini súgva mammu sína fyrstu tíðina, men fara síðani at eta gras og vaksa skjótt. Longu á heysti sama ár, verða flestu teirra flett.
19Mest sum alt á seyði verður etið. Eisini avroð, blóð og seyðarhøvd. Flestu krovini verða hongd í hjallarnar at ræsa og turka, og so verður kjøtið klárt at eta næstu mánaðirnar.
21Seyðaull kann verða spunnin til tógv. Føroyska ullin er sera heit og inniheldur eisini nógv lanolin, sum ger, at hon reinsar seg sjálva.
23Veðrarnir hava horn, meðan ærnar vanliga eru kollutar. Hava ærnar horn, eru tey munandi minni enn á veðrunum.
25Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva/ Guvvieh/ Nuotraukos/ Photo:
S1+14: Erik Christensen - commons.wikimedia.org
S4+10+18: Arne List - flickr.com/ commons.wikimedia.org
S6: Owen Jones - commons.wikimedia.org
S8: Northerner - commons.wikimedia.org
S12: Thomas Mues - commons.wikimedia.org
S16+22: Lisa Borgström
S20: Jan Thomsen
S24+26: Jóannes S. Hansen