
Aftur til leiting
6. flokkur í Skúlanum við Streymin
Sólin skínur alla tíðina á jørðina, men av tí at jørðin melur runt, er tað dagur og nátt á jørðini.
Sólin flytur seg frá 23,5 stigum norð til 23,5 stig suður. Tað tekur ½ ár hjá sólini at flyta seg suður og ½ ár at flyta seg norðuraftur.
Tá ið sólin, er á 23,5 stigum suður, er stytsti dagur á norðaru hálvu. Stytsti dagur er áleið 21. desember.
Tá ið sólin er á 23,5 stigum norður, er longsti dagur á norðaru hálvu. Longsti dagur er áleið 21. juni.
Tá ið sólin er komin norður aftur til miðkringin (ekvator), er várjavndøgur á norðaru jarðarhálvu og heystjavndøgur á sunnaru jarðarhálvu. Várjavndøgur á norðaru jarðarhálvu er 20. mars.
Tá ið sólin er komin suður aftur til miðkringin (ekvator), er heystjavndøgur á norðaru jarðarhálvu og várjavndøgur á sunnaru jarðarhálvu. Heystjavndøgur á norðaru jarðarhálvu er 20. september.
Norðari sólstøðukringur verður eisini nevndur krabbamerkið. Tað er uppkallað eftir stjørnumerkinum krabbin.
Sunnari sólstøðukringur verður eisini kallað steingeitarmerkið. Hetta er eisini uppkallað eftir stjørnumerkinum steingeitin.