mál
Månz Bengtsson
Týtt: Asta WollesVärldens högsta byggnad är Burj Khalifa i Dubai på 828 meters höjd. I denna bok kan du läsa om de 10 högsta byggnaderna i Norden 2019.
Hægsti bygningur í heiminum er Burj Khalifa í Dubai. Hann er 828 metrar høgur. Í hesi bókini kanst tú lesa um 10 teir hægstu bygningarnar í Norðurlondum.
På plats 10 är Linköpings domkyrka som ligger i Linköping, Sverige. Domkyrkan är 107 meter hög. Domkyrkan byggdes på 1020-talet och var färdig år 1153. Kyrkan är Sveriges näst största kyrkobyggnad.
Á 10. plássi er dómkirkjan í Linkjöping í Svøríki. Dómkirkjan er 107 metrar høg. Hon varð bygd umkring 1020 og varð liðug í 1153. Kirkjan er næst størsti kirkjubygningur í Svøríki.
På plats 9 är Posthuset (tidigare Postgirobygget) som ligger i Oslo, Norge. Posthuset är 112 meter hög. Huset byggdes 1975 och var färdig 2003. I samband med detta blev huset också ombyggt genom att fasaden delades upp i två "torn".
Á 9. plássi er posthúsið (fyrr postgirohúsið), sum er í Oslo í Noregi. Posthúsið er 112 metrar høgt. Húsið varð bygt í 1975 og varð gjørt liðugt í 2003. Í tí sambandi varð húsið eisini umbygt og bygningurin býttur upp í tvey torn.
På plats 8 är Sankt Klara kyrka som ligger i Stockholm, Sverige. Kyrkan är 116 meter hög. Kyrkan började byggas under 1500-talet. Klara kyrka är Skandinaviens näst högsta kyrka.
Á 8. plássi er Santa Klara kirkjan í Stokkhólmi í Svøríki. Kirkjan er 116 metrar høg. Hon var bygd í 1500-talinum. Klara kirkjan er næst hægsta kirkja í Skandinavia.
På plats 7 är Radisson SAS Plaza Hotel (heter också Oslo Plaza) som ligger i Oslo, Norge. Hotellet är 117 meter hög. Hotellet var färdig 1989. Det finns en glashiss på utsidan av hotellet som går ända upp till toppen.
Á 7. plássi er Radisson SAS Plaza Hotel (eitur eisini Oslo Plaza), sum liggur í Oslo í Noregi. Hotellið er 117 metrar høgt. Hotellið stóð liðugt í 1989. Uttan á bygninginum er ein glaslyfta, sum fer allan vegin upp.
På plats 6 är Kista Science Tower som ligger i Stockholm, Sverige. Tornet är 117,2 meter hög. Tornet började byggas år 2000 och var färdig 2002. Kista Science Tower har även Sveriges snabbaste hissar med en hastighet av 5-6 m/s.
Á 6. plássi er Kista Science Tower, sum er í Stokkhólmi í Svøríki. Tornið er 117,2 metrar høgt. Byrjað varð at byggja tað í 2000, og tað stóð liðugt í 2002. Lyfturnar í Kista Science Tower eru eisini tær kvikastu í Svøríki við eini ferð upp á 5-6 m/s.
På plats 5 är Uppsala domkyrka som ligger i Uppsala, Sverige. Domkyrkan är 118,7 meter hög. Kyrkan började byggas år 1272 och invigdes 1435. Uppsala domkyrka är en katedral i gotisk stil.
Á 5. plássi er dómkirkjan í Uppsala í Svøríki. Dómkirkjan er 118,7 metrar høg. Byrjað varð at byggja kirkjuna í 1272, og hon var vígd í 1435. Uppsala dómkirkja er ein dómkirkja í gotiskum sniði.
På plats 4 är Herlev Hospital som ligger i Herlev, Danmark. Sjukhuset är 120 meter hög och stod färdig år 1976. Det är ett av Danmarks största sjukhus, med ca 4000 anställda.
Á 4. plássi er Herlev Hospital, sum er í Herlev í Danmark. Sjúkrahúsið er 120 metrar høgt og var liðugt í 1976. Tað er eitt av størstu sjúkrahúsum í Danmark við umleið 4000 starvsfólkum.
På plats 3 är Näsinneula Tower som ligger i Tammerfors, Finland. Tornet är 168 meter hög. Tornet byggdes 1969 och var färdig 1971. Det är Finlands högsta fristående byggnadskonstruktion samt Nordens näst högsta utsiktstorn.
Á 3. plássi er Näsinneula Tower, sum er í Tammerfors í Finlandi. Tornið er 168 metrar høgt. Byrjað varð at byggja í 1969, og tað stóð liðugt í 1971. Tað er hægsta fríttstandandi bygningsverk í Finnlandi, og næst hægsta útsýnistorn í Norðurlondum.
På plats 2 är Kaknästornet som ligger i Stockholm, Sverige. Tornet är 170 meter hög med masten. Tornet började byggas år 1963 och var färdig 1967. Tornet är centrum i radio- och TV-nätet för Teracoms radio- och TV-trafik i Sverige.
Á 2. plássi er Kaknästornið, sum er í Stokhólmi í Svøríki. Tornið er 170 metrar høgt við mastrini. Byrjað varð at byggja tað í 1963, og tað var liðugt í 1967. Tornið er miðdepul fyri útvarps- og sjónvarpsnetinum hjá Teracom í Svøríki.
På plats 1 har vi Turning Torso som ligger i Malmö, Sverige. Tornet är 190,4 meter hög. Turning Torso byggdes år 2001 och var färdig 2005. Tornet kan ses långväga ifrån båda sidorna av Öresund.
Á fyrsta plássi hava vit Turning Torso, sum er í Malmø í Svøríki. Tornið er 190,4 metrar høgt. Turning Torso varð bygt frá 2001-2005. Tornið sæst langvegis - báðu megin Oyrasund.
Det är två torn i Sverige som är under uppbyggnad och planeras år 2025. Tellus Tower ligger i Stockholm. Den kommer att bli 243 meter hög. Den andra ska byggas i Göteborg och heter Polstjärnan. Den ska bli 245 meter hög. Den ska stå färdig år 2024.
Tvey torn í Svøríki standa í gerð og verða væntandi liðug í 2025. Tellus Tower er í Stokhólmi, tað verður 243 metrar høgt. Hitt verður bygt í Gøteborg og eitur Pólstjørnan. Tað verður 245 metrar høgt og verður ætlandi liðugt í 2024.
Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva/ Guvvieh/ Nuotraukos/ Photo:
S1: Roger Karlsson - flickr.com + Andy Mitchell + Holger Ellgaard + Amjad Sheikh + Cryonic07 - commons.wikimedia.org
S4: Jan Vašek - pixabay.com
S6: Jssfrk - commons.wikimedia.org
S8: John Erling Blad - commons.wikimedia.org
S10: Arild Vågen - commons.wikimedia.org
S12: Bjoertvedt - commons.wikimedia.org
S14: I99pema - commons.wikimedia.org
S16: Andrew Friberg - commons.wikimedia.org
S18: Jakob Steenberg - commons.wikimedia.org
S20: Tiia Monto - commons.wikimedia.org
S22+26: Holger Ellgaard - commons.wikimedia.org
S24: Maxpixel.net
S28: Brian Gratwicke - flickr.com