mál
Tummas Rógvi J. Eliasen, Jóannes D. Mouritzen og Isak Reinert Jacobsen - Skúlin við Streymin
Týtt: Katja DamJudo er sett saman av ymiskum stríðshættum, sum Jigoro Kano kannaði og setti saman til eina sermerkta stríðsítrótt. Judo merkir “tann mildi vegurin”. Og Jigoro Kano gjørdi tað fyrstu Judo dojoina í 1882.
Judo er sammensat af flere forskellige kampsportsgrene, som Jigoro Kano satte sammen til én kampsport, der bliver kaldt “Den milde vej”. Jigoro Kano startede den første judo dojo i 1882.
Judo kemur frá Japan, og ein venur í einari klædnadrakt, sum kallast gi. Draktirnar eru bláar ella hvítar til altjóða kappingar, men til minni, lokalar kappingar her í Føroyum brúka vit eitt reytt belti, so ein sær mun, hvør á øðrum.
Judo kommer fra Japan, og man træner i en dragt der kaldes ´gi´. De er blå eller hvide til internationale konkurrencer. Men til små lokale konkurrencer på Færøerne, bruger man et rødt bælte, så man kan se forskel.
Í Føroyum eru fleiri ymisk judofeløg. Sunda Judofelag Tori venur í fimleikahøllini í Skúlanum við Streymin. Og tatamimátturnar verða lagdar út til hvørja venjing og ruddaðar burtur aftur aftaná.
På Færøerne er der flere judoklubber. Sunda Judofelag Tori træner i en gymnastiksal i Skúlanum við Streymin. Tatamimåtter bliver lagt ud til hver træning og ryddet væk bagefter.
Slagorðið í Sunda Judofelagi er: “Judo er meira enn ítróttur”. Tað merkir, at íðkararnir eisini læra nógv annað so sum virðing fyri fólki og sær sjálvum.
Mottoet i judoklubben er “Judo, er mere end bare idræt”. Det betyder, at man lærer så meget mere. Man lærer at respektere andre såvel som sig selv.
Tey, ið venja judo, eru judoka. Tað eru 8 virðir, ið allir judoka læra beinanvegin, tey byrja at venja. Tey eru: Virðing, reinlyndi, sjálvsagi, vinalag, góðvilji, æra, dirvi og lítilæti.
Dem der træner judo, bliver kaldt ´judoka´. Der er otte værdier alle judokaer lærer: Respekt, renlighed, selvdisciplin, venlighed, godhed, ære, mod og ydmyghed.
Judo hevur nógvar gamlar siðir, sum tryggja, at øll kenna seg vird. Í judo verður allur kroppurin vandur, og vit gerast sterkari, fáa betri javnvág og klára at lofta okkum, um vit detta.
Judo har mange gamle traditioner, som sikrer, at alle føler sig værdsat. Judo træner hele kroppen, og man bliver stærkere, får bedre balance og lærer at falde uden at få skader.
Tað er umráðandi at vísa virðing. Vit níga, tá vit fara á máttuna og stilla okkum í eina linju. Síðani níga vit fyri venjaranum áðrenn venjingina. Aftan á venjing níga vit aftur upp á sama máta sum takk fyri venjingina.
Det er meget vigtigt at vise respekt. Man bukker før man træder ind på måtten, og stiller sig i en række. Så bukker man for træneren, før man begynder. Bagefter træningen, bukker man som tak for træningen.
Eitt, sum er týdningarmikið at vita til venjingina, er, at um ein klappar 3 ferðir á mótstøðumannin ella á gólvið, so endar dysturin umgangandi. Tað er umráðandi at fara væl um hvør annan, og øll eru ikki á sama støði, men øll skulu kunna kenna seg trygg.
Det er meget vigtigt at vide, når man træner, at hvis modstanderen klapper tre gange, så stopper kampen omgående. Det er vigtigt at passe på hinanden, da alle ikke er på samme niveau, men skal kunne være trygge.
Tá ið ein byrjar at venja, hevur hann/hon hvíta beltið, tað kallast 6 kyu, síðan kemur 5. kyu (gula beltið), 4. kyu (orange beltið), 3. kyu (grøna beltið), 2. kyu (blá beltið) og 1. kyu (brúna beltið).
Man starter med hvidt bælte. Det kaldes 6. kyu. Så kommer 5. kyu (gult bælte), 4. kyu (orange bælte), 3. kyu (grønt bælte), 2. kyu (blåt bælte) og 1. kyu (brunt bælte).
Kyu merkir næmingur, og tá ið ein er liðugur at vera næmingur, verður ein meistari, og tað kallast dan. Judo er sjálvverja, og ikki er loyvt at brúka judo ímóti nøkrum óprovokerað.
´Kyu´ betyder elev. Når man er færdig med at træne som elev, bliver man mester. Det kaldes ´Dan´. Judo er selvforsvar, og det er ikke tilladt at bruge uden man er blevet provokeret.
Børn hava ikki fult litað belti, men hava eina litaða strípu eftir beltinum, sum vísur hvat kyu tey eru. Hetta kallast ein snipp. Hægsta beltið hjá børnum er ein brúnur snippur.
Børn har ikke fuldt farvede bælter, men har en stribe gennem bæltet, for at vise, hvilken ´kyu´ de er i. Dette kalder vi en snip. Højeste bælterang hos børn er den brune snip.
Jógvan Páll Kristiansen er ein tann kendasti judoíðkarin í Føroyum. Hann hevur vant judo síðan hann var 6 ára gamal. Hann hevur fleiri ferðir vunni FM og hann hevur vunnið gull á oyggjaleikunum. Hendan myndin er av honum, tá hann vann gull á oyggjaleikum á Álandi.
Jógvan Páll Kristiansen er en af de mest kendte judokæmpere på Færøerne. Han har trænet judo siden han var 6 ár. Han har vundet FM (Færøernes Mesterskabet) flere gange og han har vundet guld til Island Games. Her er et billede af ham, efter han vandt guld til ´Island Games´ på Åland.
Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva/ Guvvieh/ Nuotraukos/ Photo:
S1: ©Judo Føroyar
S4: Kano Jigoro, 1860 - 1938 - commons.wikimedia.org
S6+12+14+16+18+20+22: Katja Dam
S8: ©Sunda judofelag Tori
S10+26+28: Sofus Debes Johannesen
S24: Kristianna Solbjerg á Túgvu