
Aftur til leiting
Unge sprogpiloter i Norden - Skulin vid Streymin (FO), Søndermarksskolen (DK), Erdal ungdomsskole (N), Kirkkokadun koulu (SF), Bratteberg Skola (S)
Grøn orka er týdningarmikil fyri veðurlagið. Men hvussu sær tann grøna orkan út, í teimum ymisku norðurlondunum?
Tann mest brúkta orkukeldan í Danmark er vindorka. Síðani kemur biogassorka og sólorka. Málið hjá donsku stjórnini er, at Danmark skal ikki hava nakað CO₂ útlát eftir 2050.
Tá sólin skínur á eina sólkyknu, skumpast elektronirnar frá ovara síðuni til niðara síðuna. Tá ið, elektronirnar skulu aftur, verður streymurin skaptur. Í Danmark kemur 6,2% av streyminum av sólorku.
Í Svøríki hava vit fleiri grønar orkukeldur, t.d. vatnorku, hitaorku og vindorku. Ein av okkara størstu orkukeldum er vindorka, sum er 19% av samlaðu orkuframleiðsluni hjá Svøríki.
Vindorka er eitt slag av einum generator, sum framleiðir rørsluorku til el orku. Svøríki hevur ta størstu vindorkulundina á landi, í øllum Evropa, við 179 vindmyllum.
Í Føroyum framleiða vit grøna orku við vindi, vatni og sól. Vindorka verður framleidd av vindmyllum, vatnorka av vatnverkum og sólorka av sólfangarum.
Svenska Minesto og SEV hava gjørt eitt samstarv um tveir Deep Green drekar. Drekanir virka á tann hátt, at teir eru festir á havbotnin við einari linju, við káplum inni í. Tað ger, at streymurin, ið verður fangaður við skrúvuni, kann sendast víðari.
Finnland brúkar áhaldandi orkukeldur. Tríggjar tær týdningarmiklastu orkukeldurnar eru kjarnorka, vatnorka og innflutt ravmagn. Veðurlagsmálið hjá Finnlandi er at javnvág skal verða í CO₂ útlátinum áðrenn 2025.
Finnland brúkar tað mesta av kjarnorkuni til orku og ravmagns framleiðslu. Har eru trý kjarnorkuverk í Finnlandi. “Okoliuoto 3” bleiv liðugt 16. april 2023.
Í Noregi brúka vit vatnorku. Hetta er tann mest brúkta orkan, og 90% av allari orkuni í landinum kemur frá vatnverkinum. Noregi hevur 1739 vatnorkuvirkir, sum er ein sættapartur av øllum vatnverkum í heiminum.
Vatnorka er ein orka, sum nýtir tað rennandi vatnið. Vatnorka riggar soleiðis, at vatnið rennur ígjøgnum eina turbinu og fær hana at mala, soleiðis at hon goymir orku. Orkan, sum verður goymd, verður koyrd út til brúkararnar.
Nú hevur tú fingið betur skil á grønu orkuni í teimum ymisku Norðurlondunum. Hvørja orkukeldu heldur tú vera best?