6. flokkur Skúlin við Streymin
Teir fýra seinastu sunnudagarnir áðrenn 1. jóladag - 25. desember - verða nevndir adventssunnudagar.
7Fyrsti sunnudagur í advent er altíð ímillum 27. november og 3. desember. Um jólaaftan er sunnudagur, so er tað altíð 4. sunnudagur í advent.
9Tað eru ymiskar siðvenjur knýttar at adventini. Ein av teimum siðvenjunum er adventskransurin.
11Adventskransurin stavar upprunaliga frá Týsklandi. Kransurin er ein sirkul, sum skal minna okkum á, at Guð er ævigur. Á adventskransinum eru fýra ljós - eitt til hvønn sunnudag.
13Fyrsta sunnudag í advent tendra vit eitt ljós, sum er profetaljósið. Ljósið, sum boðar vón.
15Annan sunnudag í advent tendra vit fyrsta ljósið og annað ljósið. Annað ljósið eitur Betlehemsljósið. Hetta ljósið minnir okkum á staðið, har Jesus var føddur.
17Triðja sunnudag í advent tendra vit fyrsta, annað og triðja ljósið. Triðja ljósið eitur hirðaljósið. Hetta ljósið minnir okkum á hirðarnar, ið fyrstir av øllum fingu boðini um Jesusbarnið.
19Fjórða sunnudag í advent eru øll fýra ljósini tendrað. Fjórða ljósið eitur einglaljósið. Hetta ljósið minnir okkum á einglarnar, sum boðaðu frið til hirðarnar á markini.
21Liturgiski liturin í advent er viólblátt, og tí er tað gamalt at ava vióllitt bond á adventskransinum. Í nógvum kirkjum eru adventskransar, og hava teir viólblá bond.
23Nú á døgum eru ikki allir adventskransar rundir og grønir - teir hava ymiskar litir og skap.
25Fyrr kallaðu føroyingar adventina fyri jólaføstu - eina fyrireiking til jólahátíðina. Hvørjar siðir kennir tú, sum eru knýttir at adventini?
27Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva/ Guvvieh/ Nuotraukos/ Photo:
S1+6+8+14+16+18+20+22+24: Thordis Dahl Hansen/ árstíðirnar
S4: Picryl.com - Adventus Domini (Incarnation) from BL Royal 6 E VI, f. 55
S10: Reinhold Schlager - pixabay.com
S12: Theo Crazzolara - pixabay.com
S26: Pxhere.com