Vaihtaa
kieltä
Skúlahundurin James
Skúlahundurin James

Yasmin Bøllehuus - Ådalsskolen Vamdrup

Käännetty: 6. flokkur, Skúlin við Streymin 2024
3
4

Ein skúlahundur er ein hundur, ið er til arbeiðis. Tá ein skúlahundur er til arbeiðis, hjálpir hann næmingunum. Hann kann ganga túr, lesa eina bók ella loysa uppgávur. Ein skúlahundur kann eisini vera við til fundir og royndir. Nógvir hundar hava eitt arbeiði. Ein hundur kann eisini arbeiða sum politihundur, hundaførari og bjargingarhundur.

5
6

Ein skúlahundur er næsta sum ein superhetja. Hann kann vera besti vinur tín, hóast hann ikki hevur møtt tær fyrr. Hann kann eisini fáa frið í einum skúlaflokki uttan at siga nakað.

7
8

Ein skúlahundur kann vera ein góður vinur, troysta, vera við til samrøður, siga góðan morgun, lurta, tá tað verður lisið hart og nógv annað.

9
10

Tá tú møtir einum skúlahundi, er hann altíð saman við einum vaksnum. Um tú vilt heilsa upp á hann, skalt tú spyrja fyrst. Kanska er hann til arbeiðis og hevur brúk fyri friði til at gera tað, hann er settur at gera. Bláa turruklæðið vísir, at hundurin venur. Svarta turruklæðið merkir at hundurin er til arbeiðis.
 
11
12

Hundum dáma best, tá øll eru glað og góðir vinir. Honum dámar ikki larm og skjótar rørslur. Tí hevur tað týdning, at tú ert rólig/ur og tosar stillisliga, tá hundurin er hjá.

13
14

James er ein skúlahundur. Hann er av slagnum Golden Retriever. James elskar øll fólk, ið hann møtir. James arbeiðir altíð saman við Yasmin. Hann fær hjálp frá henni til uppgávurnar, sum hann skal gera.

15
16

Tá James ikki er til arbeiðis, býr hann heima hjá Yasmin og familju hennara. James hevur kent Yasmin síðani hann var hvølpur.

17
18

James dámar bæði at ganga túr og at slappa av. Hann heldur, at tað er hugnaligt, tá tú lesur eina søgu fyri honum og gert uppgávur. Visti tú, at James hevur gingið á einum veruligum hunda-skúla fyri at verða ein skúlahundur?

19
20

Hevur tú møtt einum skúlahundi? Hvat hevði tú hildið um at havt ein skúlahund á skúlanum?

21
Skúlahundurin James

Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva/ Govvá/ Gåvvå/ Guvvieh/ Nuotraukos/ Fotod/ Bil/ Photo:
S1+4+6+8+10+12+14+18+20: StopTiden
S16: Nicklas Vega - Lupo Hundecenter

Læs mere på:
Hunden.dk
Forrige side Næste side
X