kieltä
Mathilde Wieben Meyn - Haahrs Skole, Svendborg
Käännetty: Asta WollesJesper Wung-Sung er ein danskur rithøvundur. Hann varð føddur í Marstal á oynni Ærø 23. mai 1971. Í dag býr hann í Svendborg við konu og tveimum synum.
Jesper Wung-Sung er ein danskur rithøvundur. Hann varð føddur í Marstal á oynni Ærø 23. mai 1971. Í dag býr hann í Svendborg við konu og tveimum synum.
7 ára gamal flutti Jesper við familju síni til USA. Tað var sum at koma í annan heim. Jesper kendi seg øðrvísi og einsamallan, tí hann dugdi ikki enskt. Nú ber Jesper tað saman við, tá abbi hansara kom til Danmarkar úr Kina og heldur ikki dugdi danskt ella kendi nakran.

Fyrst gekk Jesper í miðnámi í Nyborg og búði á Nyborg Kostskúla. Seinni skifti hann skúla til Svendborg Gymnasium. Tað var heppið, tí har møtti hann konu síni Christinu.

Í 1998 gav Jesper fyrstu bókina út. Síðani tað hevur hann skrivað nógvar bøkur og vunnið stórfingnar virðislønir. Bøkurnar hjá Jesper eru týddar til fimm ymisk mál. Bøkurnar eru so góðar, at fleiri av teimum eru gjørdar til film ella sjónleik.

Fólk í øllum aldri eru hugtikin av bókunum hjá Jesper. Fyrsta bók hansara, “To ryk og en aflevering”, kom út í 1998. Hana fekk hann “Debutantvirðislønina” fyri, og hon er eisini gjørd til film. En av kendastu bókum hansara, sum er skrivað til vaksin, er “En anden gren”. Hon vann “De Gyldne Laurbær” í 2017.

Bókin “En anden gren” er um langommu og langabba Jesper, San og Ingeborg. San kom úr Kina til Danmarkar, har hann møtti langommu Jesper. San varð sýndur fram í Tivoli, tí fólk hildu, at tað var spennandi at síggja, hvussu ein kinesari sá út.

San og Ingeborg gjørdust góð og giftust. Tað var kortini ikki altíð so lætt. “En anden gren” er ein av mest týðandi og mest persónligu bókunum hjá Jesper.

Hevur tú kanska lisið ella hoyrt um onkra av bókunum hjá Jesper? T.d. “Zam”, Guldfisken Glimmer”, “Drengen, der ville redde julemanden fra at blive skåret i skiver” ella “En-to-tre-nu!” Fleiri av bókunum hjá Jesper hava tað í felag, at tær snúgva seg um torfør evni sum tað, at vera øðrvísi, sjúkur ella einsligur.

Tað er løgið at hugsa sær, at tá Jesper var smádrongur, kundi hann ikki droymt um at lisið eina bók, hann var nevniliga ein fótbóltsdrongur. Hann helt við Manchester United, og tað ger hann framvegis. Tað er jú eitt stórt lop fram til í dag, nú hann er ein av kendastu rithøvundum í Danmark.

Í barnaárunum gekk Jesper við avísum í frítíðini. Tað tímdi hann als ikki. Ein dagin tveitti hann allan bunkan til havs. Tað var fyrsta og síðsta vanliga starv, hann hevur havt. Fyri Jesper er umráðandi at vera frælsur. Frælsur at liva lívið hvønn dag. Frælsur at lesa og skriva bøkur.

Hevur tú lisið nakra av bókunum, sum Jesper Wung-Sung hevur skrivað? Lesur tú bøkur í frítíðini?

Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva/ Guvvieh/ Nuotraukos/ Photo:
S1: Bogforsider
S4: Christina Wung-Sung
S6+8+14+20: Privateje
S10: “En-To-Tre-Nu!”- filmplakat + Privateje + White Raven
S12+16+18: Bausagerbooks
S22: Maria Fonfara - Information.dk
S24: Anders Dyhr - commons.wikimedia.org
Se mere: www.wungsung.dk