![](https://atlantbib.org/sites/default/files/logo_0.png)
Tagasi otsingusse
Walter Rengensjö och Max Keinvall
Tõlkija: June-Eyð JoensenHetta er Zlatan Ibrahimović. Hann er ein tann kendasti fótbóltsleikarin í heiminum og kemur úr Svøríki.
Hetta er Zlatan Ibrahimović. Hann er ein tann kendasti fótbóltsleikarin í heiminum og kemur úr Svøríki.
Hann hevur spælt fyri fleiri ymisk fótbóltsfeløg, eitt nú Malmø FF, Juventus, Inter og París Saint-Germain, men sjálvandi hevur hann eisini spælt fyri svenska landsliðið.

Hann varð borin í heim 3. oktober 1981. Pápi hansara er úr Bosnia, og mamma hansara er úr Kroatia.

Zlatan hevði ein harðan uppvøkstur. Hann búði í einum øki í Malmø, sum eitur Rósugarðurin.

Saksisparkið hjá Zlatan í dystinum ímóti Onglandi er eitt tað kendasta saksisparkið i heiminum.

Zlatan hevur skrivað eina bók, har hann sigur frá sínum uppvøkstri og yrkisleið. Ein filmur er eisini gjørdur um Zlatan. Hann eitur “Tann ungi Zlatan” og hevði frumsýning í 2016.

Hann er pápi at tveimum børnum, ið eita Maximilian og Vincent.
Nú (2017) spælir hann við Manchester United (2018: LA Galaxy, 2020: AC Milan), men er givin á svenska landsliðnum.

Veitst tú hvørji onnur feløg, Zlatan hevur spælt fyri?