keelt
Stefan Åge Hardonk Nielsen
Tõlkija: June-Eyð JoensenOdense er á oynni, Fjóni. Býurin er næstan mitt í Danmark. Odense er triðistørsti býurin í Danmark.
Odense er á oynni, Fjóni. Býurin er næstan mitt í Danmark. Odense er triðistørsti býurin í Danmark.
Odense er ein av elstu býunum í Danmark. Vit hoyra longu um hann í ár 988. Nú búgva umleið 175.000 fólk í Odense.

Býarmerkið hjá Odense vísir Knút Heilaga, sum var kongur í Danmark frá ár 1080-1086, tá ið hann var dripin. Hann liggur grivin í Sankta Knúts kirkju, sum eisini er Odense dómkirkja.

Odense man vera mest kendur fyri rithøvundin, H.C. Andersen. Her er hann føddur og uppvaksin. Tú kanst vitja húsini hjá honum, har eitt savn er í dag.

Allastaðni í Odense eru steinmyndir av H.C. Andersen og ævintýrum hansara. Sjálvt á onkrum gonguteigum er hann avmyndaður.

Hvørt ár er ein blómufestivalur í Odense. Ævintýrini hjá H.C. Andersen verða ofta brúkt sum íblástur.

Odense er eisini kent fyri tónleikaran, Carl Nielsen, sum er mest kenda klassiska tónaskaldið í Danmark. Hann var avmyndaður á teimum gomlu donsku 100 kr. seðlunum.

Tú kanst eisini vitja djóragarðin í Odense. Hann er vorðin heimskendur, tí tey hava skorið deyðar leyvur upp og kannað tær innan framman fyri áskoðarum.

Danska jarnbreytarsavnið er eisini í Odense. Her eru elsta danska damptokið frá 1868 og hetta tokið frá 1894.

Odense Bóltfelag verður nevnt OB og er ein av kendastu fótbóltsfeløgunum í Danmark. Fólk minnast OB fyri at hava vunnið 2-0 ímóti Real Madrid í Madrid í 1994. Hesin dysturin verður nevndur “Undrið í Madrid”.

Odense er vinarbýur við millum annað Tróndheim í Noregi, Klaksvík í Føroyum, Norrkøbing og Østersund í Svøríki.

Hvørjir býir eru vinarbýir við býin, sum tú býrt í?
Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva: S1+6+10+12+14+18: VisitOdense S4: NordNordWest - commons.wikimedia.org S8: ukendt S16: Nationalbanken.dk S20: Leif Jørgensen - commons.wikimedia.org S22: Kristianbang - commons.wikimedia.org S24 Johannes Jansson - commons.wikimedia.org S26: Peggy & Marco Lachmann-Anke - Pixabay.com