keelt
Helga Dögg Sverrisdóttir
Tõlkija: June-Eyð JoensenAltingið varð stovnað á Tingvøllum í 930. Altingið er eitt av elstu lóggávutingum í heiminum. Tað varð hildið á Tingvøllum til 1798. Her vórðu trætumál loyst og nýggjar lógir samtyktar.
Altingið varð stovnað á Tingvøllum í 930. Altingið er eitt av elstu lóggávutingum í heiminum. Tað varð hildið á Tingvøllum til 1798. Her vórðu trætumál loyst og nýggjar lógir samtyktar.
Síðani Altingið varð flutt til Reykjavíkar, hava stórar hátíðir verið hildnar á staðnum, eitt nú tá ið lýðveldið varð stovnað í 1944.

Tingvøllir hava stóran týdning fyri allar íslendingar. Tingvøllir eru í dag friðaðir. Tingvøllir komu á heimsarvslistan hjá UNESCO í 2004.

Søgan og náttúran dregur nógv ferðafólk at sær. Staðið er í sokallaða “Gylta ringinum”. Ferðafólk vitja Tingvøllir summar, vetur, vár og heyst. Hvør árstíð hevur sína sjarmu, sum broytir landslagið.

Í ánni Silfru ber til at kava við snorkli. Vatnið í ánni er sera klárt og blátt, tí tað er bræðingarvatn frá einum jøkli og hevur verið í jørðini í nógv ár. Í Silfru kanst tú nerta við tvær meginlandaplátur samstundis.

Tingvøllir eru á markinum millum norðuramerikonsku og evrasiatisku plátuna og liggja fram við einum eldgosaryggi, sum fer tvørtur gjøgnum Ísland. Á vári 1798 rakti ein jarðskjálvti Tingvøllir, sum vardi í 10 dagar.

Tingvallavatn er størsta vatnið í Íslandi. Tað er um 83,7 km2 til støddar. Tað er eisini sera djúpt, 114 m. Í tjóðgarðinum er stórur skógur við birkitrøum.

Øxará er stór á, sum rennur í hin vakra Øxaráarfossin. Haðani rennur fossurin í Tingvallavatn.

Kennir tú onnur støð, sum eru á heimsarvslistanum hjá UNESCO?
Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva/ Guvvieh/ Nuotraukos/ Photo:
S1: Johanna Martens - pixabay.com + UNESCO
S4: Commons.wikimedia.org
S6: Andreas Tille - commons.wikimedia.org
S8: Mike - flickr.com
S10: Joseph Bautista - flickr.com
S12: Ivan - Atlantbib.org
S14+16: Axel Kristinsson - flickr.com
S18: William Warby - flickr.com
S20: Royal Danish Post - 1930 - commons.wikimedia.org