![](https://atlantbib.org/sites/default/files/logo_0.png)
Tagasi otsingusse
Stefan Åge Hardonk Nielsen
Tõlkija: June-Eyð JoensenKeypmannahavn er høvuðsstaður í Danmark. Hann er á Sælandi. Býurin er umleið 1200 ára gamal.
Keypmannahavn er høvuðsstaður í Danmark. Hann er á Sælandi. Býurin er umleið 1200 ára gamal.
Tað búgva umleið 1,2 milliónir fólk í Stórkeypmannahavn.
Margreta drotning 2. býr á Amalienborg, sum er í Keypmannahavn.
Varðliðið hjá drotningini stendur á varðhaldi og ansar eftir kongsfamiljuni.

Í Nýhavn eru nógv hús í ymiskum litum. Her hevur H.C. Andersen millum annað búð. Nú eru matstovur her.

Á Ráðhúsplássinum situr H.C. Andersen og hyggur yvir á Tivoli. Her ber til at royna nógv spennandi og stuttligt.

H.C. Andersen skrivaði ævintýrið um Lítlu havfrúnna. Hon situr nú á Langulinju og bjóðar teimum, sum vitja, at vera vælkomin til Keypmannahavnar.

Stroyið er ein gongugøta. Hon er longri enn 1 km. Her eru nógvir handlar og kaffistovur - og nógv fólk! Her ber til at síggja Storkagosbrunnin.

Rundatorn bygdi Christian hin 4., og tað var liðugt í 1642. Tú kanst ganga upp í tornið gjøgnum eina breiða snyrilsgong.

Veitst tú nakað annað um Keypmannahavn?