Sprache
ändern
Litaviskir rættir
2
Litaviskir rættir

Augustė Tidikytė, Milda Remeikaitė, Smiltė Avlasevičiūtė, Aistė Urbanavičiūtė - Vilniaus Simono Daukanto Gimnazija

Übersetzt von June-Eyð Joensen
3
4

Litavia hevur eitt rættiliga stórt sjálvtøkuborð, sum er eyðkent í allari baltiskari matgerð. Tað eru ymiskir ostar, súrgaðir mjólkarúrdráttir, roykt kjøt og fiskur, kjøt og ymsar kjøtrullur.

5
6

“Cepelinai” verður ofta sagdur at vera tjóðarrættur í Litavia. Hann verður vanliga borðreiddur sum høvuðsrættur. Tað er ein sprungutur eplabolli við kjøti, osti, turkaðum soppum ella aðrari fyllu í. Eplabollarnir verða ofta borðreiddir við súrroma og beykonbitum ella svínakjøti afturvið.

7
8

Køld reyðrótasúpan er best umtókt um summarið. Fyrst verða frísku reyðrøturnar  skornar, kókaðar og blendaðar. Tá ið súpanin er kølnað, verða mjólk, kefirmjólk, agurka, kókað egg og gularøtur koyrd í, og hon verður kryddað við dild, leykbløðum og persillu. Kókað epli verða etin afturvið.

9
10

“Šiupinys” er feitur grýturættur, gjørdur burtur úr ymsum sløgum av grýni, bønum, ertrum, skornum eplum ella eplamosi og svínakjøti, onkuntíð eisini við mjøli í. Nú á døgum verður hesin rætturin brúktur sum jólarættur við øli afturvið. Hann verður vanliga borðreiddur saman við frískum, saltaðum grønmeti og kjøti.

11
12

Samogitian-pannukøkur er siðbundin rættur í litaviskari matgerð. Tað eru eplapannukøkur, stoktar í feitti. Tær eru øðrvísi enn aðrar eplapannukøkur, av tí at pannukøkurnar verða gjørdar burtur úr kókaðum eplum og eru fyltar, vanliga við kjøti. Súrrómi, smør ella fleskasvørð verða borðreidd afturvið.

13
14

“Vedarai” er siðbundin litaviskur rættur. Tað er eitt slag av stoktum pylsum. Tær best umtóktu eru við eplum ella blóði. Fleskasvørð verða borðreidd afturvið sum ein rættur á middegi.

15
16

”Sakotis” er eitt frábrigdi av týska rættinum bankuchenas. Hesin rætturin varð fyrstu ferð nevndur í Litavia í 5. øld. Tað er siðbundin litaviskur rættur og sera vanligur at eta omaná til brúdleyp. Skapið á Sakotis líkist einum granntræi, og tindarnir ímynda greinar. Dessertin verður bakað í ymsum støddum. Hon hevur mildan smakk og góðan anga.

17
18

Flestu siðbundnu litavisku dessertirnar (sakotis, zagareliai, súreplaflesk) stava frá rættum, sum aðalin át fyrr í tíðini. Tó eru nógvar dessertir komnar til Litavia úr vesturlondum í 20. øld.

19
20

“Kuciukai” eru smáar jólasmákøkur. Tær eru søtar súrdeiggjskøkur við birkisi og verða etnar jólaaftan. Vanliga verða tær etnar turrar, men kunnu eisini verða borðreiddar saman við dreymsóljumjólk ella tranaberjadrykki. Fyrr vórðu tær evnaðar til smá breyð og sett fram til spøkilsi.

21
22

"Tinginys” (Leti) er ein væl umtókt dessert í Litavia. Í køkuni eru vanliga keksir, kakao, sjokuláta, smør, sukur og blikkamjólk. Køkan verður nevnd “Leti”, tí hon er sera løtt og skjót at gera.

23
24

Tranaberja-drykkur er ein av best umtóktu dessertunum til veitslur í Litavia. Hann er eisini siðbundin jóladessert.

25
26

Gira er kaldur drykkur við lítið av alkoholi. Hann verður gjørdur burtur úr geraðum myrkum breyði, frukt og berum, spísskummani og øðrum, umframt geri og sukri. Gira er litaviskur tjóðardrykkur. Eitt litaviskt orðafelli er knýtt at orðinum “Gira”: “Góðir menn drukku góðan gira í góðum skógi”.

27
28

Hevur tú roynt hesar rættirnar? Hvør rættur er tjóðarrættur í landinum, har tú býrt?

29
Litaviskir rættir

Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva/ Govvá/ Guvvieh/ Nuotraukos/ Fotod/ Bil/ Photo:
S1+22: Bearas - commons.wikimedia.org
S4:  ©ltsale.onlineshopoutlet2021.com
S6: Diliff  - commons.wikimedia.org
S8: TresuryTag - commons.wikimedia.org
S10: ©beatosvirtuve.lt
S12: Sirex - commons.wikimedia.org
S14: ©seforeceptai.lt
S16: Albertas Agejevas - flickr.com
S18: Marcin Floryan - commons.wikimedia.org
S20: Leia - commons.wikimedia.org
S24: ©gyvensenosakademija.lt
S26: ?
S28: Second-Half Travels - flickr.com
Forrige side Næste side
X