sprog
Tone Marie Larsen & Anita Dunfjeld Aagård
Oversat til færøsk af June-Eyð JoensenSámaland er tað økið, har sámarnir leingi hava búð í Noregi, Svøríki, Finnlandi og Russlandi.
Sámaland er tað økið, har sámarnir leingi hava búð í Noregi, Svøríki, Finnlandi og Russlandi.
Sámar eru upprunafólk, tí teir búðu í økinum, tá ið kongar og ríkisleiðarar settu landamørkini millum londini í Norðurlondum. Í norsku grundlógini stendur, at Noregs ríki er stovnað á landaøkinum hjá tveimum tjóðum, norðmonnum og sámum.

Óvist er, hvussu nógvir sámar eru í heiminum, men hildið verður, at tað eru umleið 50-80.000 sámar. Av teimum eru uml. 2000 í Russlandi, 7000 í Finnlandi, 17.000 í Svøríki og 40.000 í Noregi.

Tað eru 9 ymisk sámisk mál. Tað er stórur munur á málunum, so at bert tey, ið liggja tættast upp at hvørjum øðrum, skilja hvønn annan. Munurin á suðursámiskum og norðursámiskum er sum munurin á norskum og íslendskum.

Klæðini hjá sámum, troyggjurnar, vísa hvaðani teir eru ella hvaðani familjan er. Sámar brúka troyggjurnar bæði tá ið teir hátíðarhalda okkurt, tá ið onkur fer til gravar, á fundum og tá ið teir vilja vísa, hvørjir teir eru.

Sámiska flaggið er felags fyri allar sámar. Teir fýra litirnir vísa, at sámarnir búgva í fýra londum. Reyði liturin ímyndar eldin, grønt náttúru, gult ímyndar sólina og blái liturin vatn. Sirkulin ímyndar sólina og mánan.

Tjóðardagur hjá sámum er 6. februar. Hesin dagur varð valdur, tí 6. februar 1917 savnaðust sámar úr øllum Noregi og nakrir úr Svøríki á fyrsta sinni til landsfundar fyri at skifta orð um rættindi hjá sámum.

Fyrst í 1900-árunum høvdu sámar ikki tey somu rættindi, sum teir hava í dag. Í Noregi royndu mynduleikarnir at gera sámarnar norskar, tí teir hildu, at tað bara kundi vera eitt mál, ein tjóð og ein mentan í Noregi.

Nú á døgum læra nógv sámisk børn sámiskt í skúlanum, og sámiskur tónleikur spælir í útvarpinum. Á myndini setir Haraldur kongur og Hákun Magnus krúnprinsur sámatingið í Noregi.

Tað eru sámating bæði í Noregi, Svøríki, Finnlandi og Russlandi. Sámatingini virka fyri, at sámarnir fáa tryggjað og ment síni mál, sína mentan og sítt samfelagslív.

Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva/Guvvieh: S1: Yevgeny Pashnin - commons.wikimedia.org + Anita Dunfjeld Aagård S1+24: Annamari Molnar - flickr.com S4: Bff - commons.wikimedia.org S6: Julia Velkova - commons.wikimedia.org S8: Karin Beate Nøsterud - commons.wikimedia.org S12+20: Sámediggi Sametinget - flickr.com S10: Ningyou - commons.wikimedia.org S14: Jeltz - commons.wikimedia.org S16: Schrøderarkivet/Sverresborg - commons.wikimedia.org S18: Nasjonalbiblioteket - commons.wikimedia.org S22: Illustratedjc - commons.wikimedia.org