
Tilbage til søgning
Teldil-holdið januar 2025: Lív, Vígdis, Jákup, Benjamin, Ísak, Eyðmar, Remi, Berg og Liam S
Tað eru nógvir kendir tónleikarar úr Eysturkommunu. Í hesi bók fara vit at lesa um nakrar teirra, sum eru mest aktuellir nú vit skriva 2025.
5Eivør er heimskend. Hon er úr Syðrugøtu, men hon hevur búð í Íslandi og Danmark. Nú býr hon i Velbastað. Hon hevur gjørt 10 plátur og skrivað minst 100 sangir. Hennara kendasti sangur er Trøllabundin, men her í Føroyum er kendasti sangurin um hennara systrar Elisabet og Elinborg.
7Dávur á Reynatrøð hevur búð í Leirvík alt sítt lív. Hann hevur verið við í bólkinum VSJ. Dávur hevur gjørt 12 sangir og lagt rødd til onkrar afturat. Fyrimyndirnar hjá Dáva eru m.a Bárður á Lakjuni og Coldplay. Kendasti sangur hjá honum er “Something Magical” við umleið 250.000 streams á Spotify.
Jón Eliassen gevur tónleik út undir sínum egna navni. Hann er úr Leirvík, hevur búð í Keypmannahavn og Havn, og kortsíðani keyptu hann og daman hús og búgva nú í Leirvík. Higartil hevur hann útgivið seks stakløg. “You Got The Fire” var hansara fyrsti og kendasti sangur. Hann fekk uml. 50.000 streams á Spotify. Hansara fyrimyndir eru m.a Chopin og Michael Jackson.
11Benjamin Petersen er hansara ordiliga navn, hansara kunstnaranavn er Son of Fortune. Hann hevur tilknýti til Gøtu. Hann hevur gjørt so nógvar sangir, at hann minnist ikki, hvusu nógvar hann hevur gjørt. Guitarin er besta ljóðførið hjá Benjamini og honum dámar sera væl rock tónleik. Hann hevur givið fløgu út saman við Petur Pólsyni. Á tí fløguni eru tveir kendir sangir “Arr” og “Oyðin”.
13Lyon er úr Gøtugjøgv, og hann hevur búð bæði í Keypmannahavn og Onglandi, og býr nú í Sandavági. Hansara kendasti sangur í Føroyum er “Leið 400” ella “Sister”. Tann mest spældi sangurin hjá Lyon er “Monkey”.
15Elinborg Pálsdóttir er uppvaksin í Syðrugøtu og býr í løtuni í Keypmannahavn. Hon hevur útgivið 18 sangir, men hevur skrivað óteljandi nógv løg. Kendasti sangur Elinborg hevur gjørt er “Brimið” við umleið 330.000 streams á Spotify.
17Knút eitur ordiligt Knút Háberg Eysturstein, men kunstaranavnið er Knút. Hann er ættaður úr Leirvík og úr Havn. Hann býr í Havn í løtuni. Hann hevur skrivað uml. 80 sangir. Hansara kendastu sangir eru “Villiniborg” og “Í hesi nátt”. Hansara fyrimynd innan tónleik er Bob Dylan.
19Hansara fulla navn er Høgni Lisberg, men hansara kunstnaranavn er Hogni. Hann er uppvaksin í Leirvík og hevur búð bæði í Danmark, Havn og í Vági, men í løtuni býr hann í Leirvík. Hann hevur givið út uml. 60 løg í egnum navni. Hann hevur eisini skrivað og arbeitt við hundratals løgum. Hansara fyrimyndir eru m.a Jimi Hendrix og Ben Harper. Hansara kendasti sangur er “Bow Down (to no man)” og hevur verið í basketballspælinum NBA2K11 og NBA2K16.
21Bárður á Lakjuni er fuglfirðingur, sum er giftur til Leirvíkar. Hann hevur givið 6 fløgur út, og haraftrat hevur hann skrivað nokkso nógvar sangir til sangleikir og annað. Hann gitir, at hann hevur gjørt einar 60-80 sangir. Fyrimyndirnar hjá honum hava verið nógvar m.a. M.C. Restorff, Niels Midjord og Leonard Cohen. Kendasti sangurin hjá Bárði er nokk “Eg uttan teg”, sum kom út í 2020.
23