språk
5.trinn ved Tanem oppvekstsenter
Oversatt til færøysk av June-Eyð JoensenNär våren kommer till Klaebu är det många vårtecken att hitta här. Träden vaknar till liv igen och lövträden får "musöron".
Tá ið tað várar í Klæbu, eru nógv vártekin at síggja. Trøini lívgast upp aftur, og leyvtrøini fáa “músaoyru”.
Det är vanligt att vädret skiftar mellan snö, regn och sol. Det är varierande tempraturer när det är vår.
Tað er vanligt, at veðrið skiftir millum kava, regn og sól. Tað er skiftandi hiti um várið.
Sólin stendur høgt á luftini. Tað byrjar eisini at verða heitari og ljósari.
Flyttfåglarna kommer tillbaka på våren. Några av fåglarna kommer flygande enda från Afrika.
Flytifuglarnir koma aftur um várið. Summir fuglar flúgva heilt úr Afrika.
Sädesärla och svartvit flugsnappare är två av de flyttfåglar som kommer flygande tillbaka. De har rest hela vägen från Afrika.
Erla kongsdóttir og flekkunápur eru tveir flytifuglar, sum koma aftur. Teir hava ferðast allan vegin úr Afrika.
Eitt eyðkent vártekin er, at blómurnar kaga fram í skóginum og á bønum.
Den första vårblomman som dyker upp är vanligtvis hästhov. Den kallas också leirfivel eller tussilago.
Fyrsta várblóman, sum kemur undan, er sum oftast loðið hovblað. Tað ber fleiri heiti á norskum.
Vitsippan och blåsippan blommar i maj. Vitsippan har giftiga blad. Blåsippan är fridlyst i Norge.
Hvít skógarsólja og blá skógarsólja blóma í mai. Hvít skógarsólja hevur eiturbløð. Blá skógarsólja er friðað í Noregi.
Snön smälter och bäckarna porlar. Solen värmer och snön är på väg att försvinna för denna gången.
Kavin bráðnar, og áirnar tutla. Sólin hitar, og kavin hvørvur fyri hesu ferð.
När våren kommer är det vanligt att grodorna lägger ägg. När grodäggen kläcks kommer det ut grodyngel.
Tá ið tað várar, leggja froskarnir vanliga egg. Tað eru halapaddur, sum koma úr klektu froskaeggunum.
En del djur vaknar upp från sin vinterdvala, bland annat grävlingen. I Klæbu kan du se grävlingen på våren.
Nógv djór vakna úr vetrardvala sínum, millum annað grevlingur. Í Klæbu kanst tú møta einum grevlingi um várið.
Bin och humlor börjar surra runt omkring. Du kan också upptäcka en nyckelpiga om du har tur.
Býflugur og humluflugur fara at surra runt. Ert tú heppin, kanst tú fáa eyga á eina mariuhønu.
Vuxna och barn ställer upp frivilligt runt om i samhället. Detta är ett frivilligt arbete, och man äter gärna en bit mat tillsammans på vägen.
Vaksin og børn møtast til ruddingardag í grannalagnum. Hetta er sjálvboðið arbeiði, og vanliga etur man okkurt saman eisini.
Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva: S1: Thomas Jh. Baumann - pixabay.com S4: Commons.wikimedia.org S6+18: Rune Torleif Kristiansen S8: Michael Schwarzenberger S10: Rihaij - pixabay.com S12: Frauke Feind - pixabay.com S14: Gudrun Engan Tronsaune S16+20+22+28: Connie Isabell Kristiansen S24: Dirk Schumacher - pixabay.com S26: Filip Kruchlik - pixabay.com S30: Zdeněk Chalupský - pixabay.com