Skift
språk
Torramatur - íslendskur matur
Torramatur - íslendskur matur

Helga Dögg Sverrisdóttir

Oversatt til færøysk av Asta Wolles
3
4

Torramatur er íslendskur matur, sum verður borðreiddur í torratíðini. Maturin er einamest gjørdur úr fiski og kjøti.

5
6

Torri er 4. mánaður eftir norrønu gudalæruni. Torradagar eru frá hálvum januar til hálvan februar.

7
8

Torrablót verður hildið um alt Ísland. Borðreitt verður við føtum fullum av torramati, og fólk koma saman at hugna sær og halda sær á gaman.

9
10

Bringukollur er feitt kjøt av seyði, sum er kókað og súrgað í mjólk.

11
12

Ræstur hávur er hávur, sum fyrst verður latin í laka og síðani hongdur upp at ræsa í nakrar mánaðir. Lukturin stavar frá ræsingini.

13
14

Magáll er gjørt úr bógnum á seyði og verður antin roykt ella ræsað.

15
16

Súrgað hvítnýru eru gjørd burtur úr hvítnýrum, sum verða pressað saman, kókað og súrgað í mjólk.

17
18

Seyðarhøvd. Ullin verður sviðin og skavað av. Nú á døgum verður hetta gjørt við nýmótans amboðum. Seyðarhøvd verða kókað og borðreidd antin heit ella køld.

19
20

Sviðasúlta er súlta av kókaðum seyðarhøvdum. Alt verður nýtt, eisini eygu, oyru og tunga. Súltan verður pressað í formi og skorin í flísar.

21
22

Svínasúlta er gjørd av kókaðum grísabeinum og kryddurtum. Hon verður pressað í formi og skorin í flísar.

23
24

Spik er tjúkt feittlag, sum er millum húðina og vøddarnar á súgdjórum. Spikið kann vera upp til 30 cm tjúkt á stórhvalum.

25
26

“Lundabaggi” er súrnað rullupylsa, sum verður gjørd burtur úr ymisum kjøti av seyði og latin í langan.

27
28

Til torragildi verður eisini borðreitt við blóðpylsu, livrapylsu, turrum fiski, flatkøku, rugbreyði, “laufabrauð”, svidnum seyðabeinum, rótamorli og mongum øðrum.

29
30

Eta til súrgaðan ella ræsaðan mat, har tú býrt?

31
Torramatur - íslendskur matur

Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva/ Guvvieh/ Nuotraukos/ Photo:
S1: The blanz - commons.wikimedia.org
S4+10+26: Pollý Rósa Brynjólfsdóttir
S6: ©Guðrún Tryggvadóttir - natturan.is
S8+12+14+16+20+22+24: Kristín Haraldsdóttir
S18+30: Navero - commons.wikimedia.org
S28: Bergur Einarsson
Forrige side Næste side
X