Skift
språk
Kennir tú Skagen?
Kennir tú Skagen?

Emilie Margrethe Bek Faaborg

Oversatt til færøysk av June-Eyð Joensen
3
4

Skagen er norðasti býurin í Danmark. Har búgva umleið 8200 fólk í býnum. Um summarið koma nógv ferðafólk.

5
6

Greinin er norðasta punktið. Her kanst tú standa við fótunum í tveimum høvum: Kattegat og Skagerrak.

7
8

Um tú ikki vilt ganga út til Greinina, so kanst tú koyra við Sandmaðkinum. Tað er ein traktorur við vogni aftanúr.

9
10

Á strondini við Skagen eru nógv bumbuskýli. Tey eru bygd undir 2. veraldarbardaga, so týskararnir kundu hava eyga við donsku høvunum. Tað er stuttligt at klintra uppi á teimum.

Play audiofile

Play audiofile 11
12

Til ber at síggja gamla vippuvitan. Hann varð brúktur í gomlum døgum fyri at ávara skipini, um ikki at sigla ov nær og renna á land.

13
14

Skagen er gamal útróðrarbýur. Á havnini stendur ein standmynd av einum útróðrarmanni í bjargingarútgerð. Hann kagar út á havið.

15
16

Skagen er eisini kent fyri skagensmálararnar, sum vóru har frá 1870 - 1900. Til ber at síggja nakrar av málningum teirra á Skagen listasavni. Hendan málningin hevur P.S. Krøyer málað.

17
18

Ljósið í Skagen sigst at vera ógvuliga serstakt. Nógv hús eru málað gul. Tey kalla litin “skagensgult”.

19
20

Í “Bolcheriet” kanst tú síggja tey gera bomm upp á gamlan máta. Tey hava eitt danskt met: 21 bókstavir í einum bommi.

21
22

Tætt við Skagen er “Råbjerg Mile”, sum er ein reikandi sandheyggjur. Tað merkir, at vindurin fær sandin at fúka, so sandheyggjarnir flyta seg. Tað er stuttligt at spæla í sandheyggjunum.

23
24

Tú kanst eisini síggja kirkjuna, sum næstan liggur undir í sandi. Einaferð var kirkjan heil, men so kom hon at liggja undir í sandi, tí vindurin fekk sandin at fúka. Nú er bara tornið eftir.

25
26

Kennir tú aðrar býir, har nógv ferðafólk vitja um summarið?

27
Kennir tú Skagen?

Foto/ Myndir: S1: John Nuttall - commons.wikimedia.org S4: wikipedia.org S6+22: Stefan Åge Hardonk Nielsen S8+12+14+18: Betina Faaborg S10: Kenneth Faaborg S16: Peder Severin Krøyer - 1899 S20: Bolcheriet (R) - commons.wikimedia.org S24: Malene Thyssen - commons.wikimedia.org S26: Tno - commons.wikimedia.org
Forrige side Næste side
X