språk
Markus Selch Bek Faaborg
Oversatt til færøysk av June-Eyð JoensenHans Christian Andersen er ein víðagitin danskur rithøvundur. H.C. Andersen varð føddur í Odense 2. apríl 1805 og doyði 4. august 1875 í Keypmannahavn.
Hans Christian Andersen er ein víðagitin danskur rithøvundur. H.C. Andersen varð føddur í Odense 2. apríl 1805 og doyði 4. august 1875 í Keypmannahavn.
Tað eru standmyndir av H.C. Andersen um allan heim. Tú kanst síggja tær í millum annað New York, Bratislava og Odense, har tú kanst seta teg undir liðina á skaldinum.

Her sært tú barndómsheimið hjá H.C. Andersen. Soleiðis sá húsið út, tá ið H.C. Andersen varð føddur. Í dag er eitt savn í húsinum hjá honum.

Nógv av ævintýrunum hjá H.C. Andersen eru gjørd til leik. Her sært tú eitt av teimum verða framførd í urtagarðinum við savnið.

H.C. Andersen hevur skrivað fleiri enn 165 ævintýr, og tey eru týdd til 125 ymisk mál. Í Kina nevna tey H.C. Andersen fyri “Au Tusheng”, sum merkir: “Hin vísi lærusveinurin”.

Ævintýrini hjá H.C. Andersen nevna vit listævintýr. Hann fann uppá eitt heilt nýtt ævintýraslag, nevniliga lutaævintýr. Í teimum fáa lutir lív og hava sítt egna sermerkta lyndi.

Eitt ævintýr eitur “Lítla havfrúgvin”. Standmyndin av lítlu havfrúnni stendur á Longulinju í Keypmannahavn. Hon er eitt av teimum størstu ferðafólkamálunum í Danmark.

H.C. Andersen skrivaði ikki bara ævintýr og leikir. Hann dugdi eisini sera væl at gera pappírsklipp.

Hildið verður eisini, at tað var H.C. Andersen, sum fann uppá flættaða jólahjartað.
Tú kanst vitja gravstaðin hjá H.C. Andersen á Assistens kirkjugarðinum í Keypmannahavn. Kennir tú nøkur ævintýr, sum H.C. Andersen hevur skrivað?

Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva: S1: Commons.wikimedia.org S4: Budtz Müller & Co - ca.1865 S6: Ingfbruno - commons.wikimedia.org S8: visithcandersen.dk + Marco Kahlund S10: visit-odense.dk S12: Vilhelm Pedersen S14: Betina Faaborg S16: Paolo Ghedini S18+20: Hans Christian Andersen - Odense Bys Museer S22: Thue - commons.wikimedia.org