språk
Embla Marie Eide Onarheim - Kleppestø barneskole
Oversatt til færøysk av Asta WollesBergen verður kallaður býurin millum tey sjey fjøllini. Býurin liggur á Vestulandinum og er næststørsti býur í Noregi. Kring Bergen eru firðir og fjøll. Her búgva reiðiliga 280.000 fólk.
Bergen verður kallaður býurin millum tey sjey fjøllini. Býurin liggur á Vestulandinum og er næststørsti býur í Noregi. Kring Bergen eru firðir og fjøll. Her búgva reiðiliga 280.000 fólk.
Sambært søgunum grundlegði Ólavur Kyrri kongur Bergen 1070. Býurin hevur 950 ára hátíðarhald í 2020. Býurin var høvuðsstaður í Noregi 1217-1314.

Týsku hansakeypmenninir bygdu “Bryggen” í Bergen í miðøld. Haðani handlaðu teir við stóran part av heiminum. Síðani 1979 hevur “Bryggen” verið á heimsarvslistanum hjá Unesco.

Skjaldarmerkið hjá Bergen er ein borg við trimum tornum. Borgin hvílir á sjey fjøllum. Litirnir á skjaldarmerkinum eru reytt og gull.

Hægsta fjallið í Bergen eitur Ulriken. Tað er 643 metrar høgt. Eitt annað fjall, sum ferðafólki dámar væl, er Fløjen. Tú kanst sleppa heilt niðan á tindin við “Fløibanen”, haðani fæst eitt frálíkt útsýni yvir býin.

Søgan sigur, at gandakellingarnar í Bergen savnast á Fløien. Á tindinum er bæði spælipláss, útibio, kaffistova og ein trøllaskógur, alt samalt 400 m yvir havinum.

Ludvík Holberg var ein dansk/norskur rithøvundur. Hann varð føddur í Bergen og var næmingur í Latínskúlanum í “Lille Øvregate”. Hann er kendur fyri at hava skrivað spei og skemtileikir. Kendastu leikir hansara eru Jeppi á Fjallinum og Erasmus Montanus.

Bergen er kendur fyri at vera býurin, har tað regnar einamest í øllum heiminum. Fólk í Bergen eru errin av sínum regnbýi, men veðrið kann eisini vera av tí fagrasta. Øll í Bergen eiga bæði regnskjól og gummistyvlar.

Vátasta plássið í Bergen man vera akvariið. Akvariið í Bergen lat upp í 1960. Her eru bæði fiskar, pingvinir og krokodillur. Vátasta kossin í býnum fært tú frá sjóleyvunum, sum hava sýning hvønn dag.

Fótbóltsliðið í Bergen eitur Brann. Felagið varð stovnað í 1908. í 2007 vann Bergen gull fyri fyrstu ferð síðan 1963.

Bergensar eru gitnir fyri at tosa nógv og skjótt, Nógv orð eru sermerkt fyri Bergen. Her letur ein seg í badiken, tá farið verður at svimja, fólk verða ørg, om ein ikki “beliter seg (letur seg tapa í leiki), og fólk tveita boss í rúskspannina. Tá onkur sigur tidi merkir tað, at okkurt er stuttligt.

Hvat dámar tær best við tínum heimbýi? Hvussu er veðrið, har tú býrt?
Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva/ Govvá/ Guvvieh/ Nuotraukos/ Fotod/ Photo:
S1: Carlos Perez - flickr.com
S4: Harmmishhk - flickr.com
S6: Snorre Sturluson: Heimskringla, J.M. Stenersen & Co, 1899
S8: Michelle Maria - pixabay.com
S10: Silje L. Bakke - commons.wikimedia.org
S12: Nina Aldin Thune - commons.wikimedia.org
S14: Abbilder - flickr.com
S16: Wolfmann - commons.wikimedia.org
S18: Florette Hill - commons.wikimedia.org
S20: Kjell Førde - commons.wikimedia.org
S22: BRANN + Enrique Cornejo - commons.wikimedia.org
S24: Kathleen Bergmann - pixabay.com
S26: Pexels.com