Tjaeledh
gïele
At gerast vaksin - puberteturin - kynsbúning

Viktor Hamminge, Erik Wiman och Moltas Karlsson - Östergårdsskolan

Jarkoestamme Guðrun Elttør
3
4

Tá gentur eru áleið 8-14 ár, koma tær í pubertetin. Gentur verða kynsbúnar fyrr enn dreingir. Puberteturin er tíðin, tá kroppurin menninst frá at vera barn til vaksin.

5
6

Tá dreingir eru áleið 11-15 ár, verða teir kynsbúnir. Puberteturin setur til dømis gongd í hormonirnar. Teir vaksa skjótari enn vanligt og hár byrjar at vaksa á beinunum, ørmunum, kynsliminum og undir ørmunum.

7
8

Røddin broytist hjá dreingjum, tað merkir at teir fáa eina eitt sindur lættari rødd og hon støkkur, tá teir rópa ella tosa leingi. Tað kann kallast at hava skiftisrødd.

9
10

Menstruatió, ella mánasjúka er ein bløðing úr lívmóðurini, sum kemur áleið einaferð um mánaðin. Gentur vaksa nógv í pubertetinum.

11
12

Hjá dreingjum kemur ein sevja, sum hevur sáðyknur í sær. Tað kann koma fyri, at eitt sindur av sevju kemur út, tá ið tú svevur.

13
14

Tað eru sáðkyknur, ið gera, at vit kunnu fáa børn. Ein til tvær sáðkyknur svimja inn í eggið, sum 9 mánaðir seinni verður til eitt barn.

15
16

Ein vanligur tannáringur hevur tørv á 9-10 tímar av svøvni hvørja nátt. Um svøvnurin verður órógvaður, kann tað hava álvarsligar fylgjur, sum til dømis, at ein ikki lærir nakað í skúlanum, verður smásárur, ella í ringasta føri fær tunglyndi.

17
18

Tað kann vera strævið at verða tannáringur. Kroppurin broytist og kenslurnar skifta nógv. Finn tær hjálp hjá einum vaksnum, ið tú hevur álit á, sum kann hjálpa tær, tá tað er stravnast.

19
20

Hvørjar broytingar henda í kroppinum, tá ið mann kemur í pubertetin?

21
At gerast vaksin - puberteturin - kynsbúning

Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva/ Guvvieh/ Nuotraukos/ Photo:
S1: SCA Svenska Cellulosa Aktiebolaget - commons.wikimedia.org
S4+6+8+10+12+20: Piqsels.com
S14: Medicalgraphics.de
S16: Pexels.com
S18: Pxfuel.com
Forrige side Næste side
X