Giela
Thordis Dahl Hansen
Tann 20. mars í 2015 kl. 9.40 var full sólarmyrking í Føroyum.
Sama dag var eisini full sólarmyrking á Svalbard.
Ein full sólarmyrking er, tá ið mánin kemur ímillum sólina og jørðina.
Det var riktigt många turister som kom till Färöarna för att uppleva solförmörkelsen.
Tað vóru ógvuliga nógv ferðafólk komin til Føroya at uppliva sólarmyrkingina.
Och färöingarna själva var också mycket spända på att uppleva fenomenet. Alla hade skaffat sig speciella solförmörkelseglasögon.
Og føroyingarnir sjálvir vóru eisini sera spentir til hesa løtuna. Øll høvdu fingið sær tær serligu sólarmyrkingarbrillurnar.
Henda dag vóru nógv, sum høvdu leitað sær út í hagan at síggja sólarmyrkingina.
Spenningurin var stórur, tá ið sólarmyrkingin byrjaði.
Det var många som såg den berömda “diamantringen”. På bilden syns diamantringen vid full solförmörkelse.
Tað vóru nógv, sum sóu tann tiltikna diamantringin. Myndin vísir diamantringin fyri fulla sólarmyrking.
När månen täcker solen blir det mörkt och känns kallare - och mycket stilla. Det är ett storslaget ögonblick!
Tá ið mánin kom fyri sólina, gjørdist tað myrkt, og tað kendist kaldari - og so sera friðarligt. Ein stórsligin løta!
Har tað var longst myrkt, vardi sólarmyrkingin í umleið 2 minuttir.
År 1954 var det också full solförmörkelse på Färöarna. En sak som många kommer ihåg från den gången var att hönsen gick in.
Í 1954 var eisini full sólarmyrking í Føroyum. Eitt, fólk siga seg minnast frá tí sólarmyrkingini, var, at hønurnar fóru inn.
Konstnären Sigrun Gunnardóttir gjorde två målningar med inspiration från berättelsen om solförmörkelsen 1954.
Listakvinnan Sigrun Gunnarsdóttir gjørdi tveir málningar við íblástri úr frásøgnum frá sólarmyrkingini í 1954.
Färöarnas postväsen Posta utgav ett särskilt solförmörkelsefrimärke. Konstnären är Martin Mörck.
Frímerkjadeildin hjá Posta gav eitt serligt sólarmyrkingarfrímerki út. Listafólkið er Martin Mörck.
26. mai 2245 er aftur sólarmyrking í Føroyum.
Hevur full sólarmyrking nakrantíð verið beint við, har tú býrt ella í landinum, har tú býrt?
Foto/ Myndir: S1+4+14+18+20+22+24+34: Stig Eltør S6+32: ©2015 NASA - TerraMetrics, Inc. S8: Thordis Dahl Hansen S10: Torbjørn Jacobsen S12: David Reinert Hansen S16: Heini Nygaard S26: Torshavn.fo S28: Sigrun Gunnarsdóttir S30: Stamps.fo