Molsso
Giela
Play audiofileda
Egtvedgentan - ein donsk genta frá bronsuøldini
Egtvedpigen - en dansk bronzealderpige

Mette Hansen

3
4

Egtvedgentan livdi í bronsuøldini, sum er tíðarskeiðið millum steinøld og jarnøld. Í Danmark var bronsuøld frá 1700-500 f.Kr.

Egtvedpigen levede i bronzealderen, som er perioden mellem stenalderen og jernalderen. Bronzealderen i Danmark var fra år 1700-500 f.Kr.


Play audiofile 5
6

Í 1921 fekst bóndin Peter Platz við at beina ein heyggj burtur á bønum hjá sær. Tá fann hann ein gamlan viðarbul.

I 1921 var landmand Peter Platz ved at fjerne resterne af en høj på sin mark. Her fandt han en gammel træstamme.


Play audiofile 7
8

Peter Platz setti seg í samband við tjóðarsavnið í Keypmannahavn. Ein fornfrøðingur kom á staðið at kanna lutin.Kistan og tað, sum var í henni, varð sent á tjóðarsavnið, har fólk kunnu fara at síggja Egtvedgentuna.

Peter Platz kontaktede Nationalmuseet i København. Der kom en arkæolog og undersøgte fundet. Kisten og indholdet blev sendt til Nationalmuseet, hvor man kan se Egtvedpigen i dag.


Play audiofile 9
10

Tað vísti seg, at viðarbulurin var ein kista. Hon var klødd við neytaskinni, og hár og klæði hjá eini gentu kundu enn síggjast. Á tonnunum sást, at Egtvedgentan var um 17 ára gomul, tá hon doyði.

Træstammen viste sig at være en kiste. Kisten var beklædt med et koskind og man kunne se en piges hår og tøj. Hendes tænder viste, at Egtvedpigen var ca.17 år, da hun døde.


Play audiofile 11
12

Egtvedgentan var ílatin eina stutta, brúna blusu og eitt skjúrt, sum var úr eini rúgvu av tvinnaðum træðrum. Alt var gjørt burtur úr ull.

Egtvedpigen havde en kort brun bluse på og en slags nederdel, som var lavet af en masse snoede tråde. Det var altsammen lavet af uld.


Play audiofile 13
14

Hon hevði eitt vovið ullbelti um miðjuna við eini bronsuskivu, sum einaferð hevði glampað sum sólin.

Om maven havde hun et vævet uldbælte med en bronzeskive, som engang havde strålet som solen.


Play audiofile 15
16

Umframt klæðini og hárið hjá Egtvedgentuni var eisini ein oyraringur og armbond úr bronsu í kistuni. Ein rølikur og leivdir av einum drykki vóru eisini í kistuni.

Udover Egtvedpigens hår og tøj var der også en ørering og armringe af bronze i kisten. Der var også rester af en drik og en røllikeblomst med i kisten.


Play audiofile 17
18

Gentan verður kallað Egtvedgentan, tí gravheyggurin, har hon var funnin, var við býin Egtved í Jútlandi. Í 1980 varð ein nýggjur heyggur bygdur í Egtved á tí staðnum, har gravheyggurin hevði verið.

Hun kaldes for Egtvedpigen, fordi hendes gravhøj lå ved byen Egtved i Jylland. En ny gravhøj blev opbygget i Egtved i 1980 på det sted, hvor højen var blevet gravet væk.


Play audiofile 19
20

Ein lítil framsýning er at finna við síðuna av heygnum. Har verður greitt frá, um hvussu gentan varð funnin. Eisini ber til at síggja eitt kopi av klæðunum hjá henni eins og av kistuni úr eikiviði.

Der er en lille udstilling ved siden af højen, som fortæller om fundet af Egtvedpigen, og her kan man se både en kopi af hendes tøj og af egetræskisten.


Play audiofile 21
22

Hvørt ár í mai er ein dagur í Egtved, har tey minnast gentuna. Fleiri søgulig tiltøk eru á skránni hendan dagin.

Egtvedpigen har sin egen dag hvert år i maj. Hun mindes i Egtved og der arrangeres forskellige historiske aktiviteter i byen.


Play audiofile 23
24

Hvat annað veitst tú um bronsuøldina?

Egtvedgentan - ein donsk genta frá bronsuøldini

Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva/ Guvvieh/ Nuotraukos/ Photo:
1+4+22: Mette Hansen
S6+18+20: Einsamer Schütze - commons.wikimedia.org
S8: Nationalmuseet - 1921 - commons.wikimedia.org
S10: Commons.wikimedia.org
S12+16: Roberto Fortuna & Kira Ursem, Nationalmuseet - commons.wikimedia.org
S14:©Karin Frei - natmus.dk
S24: John Lee/ Nationalmuseet - commons.wikimedia.org
Forrige side Næste side
X