Skift
språk
Donsk jól
Donsk jól

Laura Høj Christensen og Mikkeline Askebjerg Meyer Mærsk - Vonsild Skole

Omsett til færøysk av June-Eyð Joensen
3
4

Í Danmark halda vit jól um kvøldið 24. desembur fyri at minnast Jesu føðing, dagin fyri jóladag.

5
6

Orðið ”jól” varð brúkt longu í víkingatíðini. Jólini vóru ein veitsla, har víkingarnir hátíðarhildu hávetur (stytsta dag í árinum). Kirkjan setti ”jólafrið” í gildi í Danmark um ár 1100, sum seinni gjørdist til jólini, ið fagna minninum um Jesu føðing.

7
8

Fram til jóla tendra nógv kalendaraljós. Tað verður gjørt frá 1. til 24. desembur. Hetta er nýggjur jólasiður. Fyrst í 1900 gjørdist tað vanligt í skúlunum at telja dagarnar til jóla.

9
10

Í skúlunum er “klippidagur” fyrst í desembur. Tá verða skúlarnir prýddir við stjørnum, einglum, jólatrøum og pappírsketum.

11
12

13. desembur ganga nógvir næmingar lusiugongu í skúlunum. Tað er siðvenja, sum tók seg upp í Danmark undir seinna veraldarbardaga. Siðvenjan kemur úr Svøríki.

13
14

Í jólamánaðinum baka vit ofta vaniljukransar, piparnøtir, kleynur, siropskøkur og jødakøkur.

15
16

Til jóla prýða vit við eitt nú jólatrøum, ljósum, jólakúlum, einglum, stjørnum, vættrum, kavamonnum, nissuhúgvum og reindýrum.

17
18

Jólamaðurin kemur á jólum. Hjá summum kemur hann við gávum til børnini. Nógvastaðni ber til at hitta jólamannin í desemburmánaði.

19
20

Nógvir skúlar fara í kirkju beint fyri jól, og nógv fólk fara í kirkju jólaaftan. Hendan dagin í árinum fyllast kirkjurnar um alt landið.

21
22

Jólaaftan eta nógv dunnu ella fleskasteik og hava kókað epli, brúna sós, reyðkál og brúnkað epli afturvið. Omaná eta nógv rísalamang við mandlu í. Tann, sum fær mandluna, vinnur eina gávu.

23
24

Fyrsta jólatræið varð tendrað í Danmark í 1811. Siðvenjan kom úr Týsklandi. Vit dansa um jólatræið og syngja millum annað ”Højt fra træets grønne top” og ”Eitt barn er føtt Betlehem”.

25
26

Jólaaftan fáa vit gávur. Tær liggja undir jólatrænum. Tá ið vit hava dansað jólatræ, pakka vit gávur upp. Flestu vaksnu keypa gávur, meðan flestu børn gera gávur sjálvi.

27
28

Øll halda ikki jól í Danmark, og jól verða hildin á ymiskan hátt. Halda tit jól í tykkara familju? Um ja, hvussu halda tit jól?

29
Donsk jól

Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva/ Guvvieh/ Nuotraukos/ Photo:
S1+24: Malene Thyssen - commons.wikimedia.org
S4+6+8+16+26: pxhere.com
S10: Mikkeline Askebjerg Meyer Mærsk
S12+18+28: Stefan Nielsen
S14: Sindum - commons.wikimedia.org
S20: Vonsild kirke - Bococo - commons.wikimedia.org
S22: Nillerdk - commons.wikimedia.org
Forrige side Næste side
X