Play audiofilefo
Standmyndir í Havn
2
Standmyndir í Havn

Føroyskir skúlabókavørðir


Lese opp på færøysk av Pavla Dalbø
3
4

Í Havn eru fleiri standmyndir, sum hvør í sínum lagi siga eina søgu. Í hesi bók fara vit at vitja 10 av teimum umleið 50 standmyndunum, sum eru í Havn.

Play audiofile 5
6

Svimjigentan stendur uttan fyri svimjihøllina í Gundadali. Hon varð reist í 2006 og er ein varði um alla svimjing.

Play audiofile 7
8

Standmyndin “Spegilsmynd” stendur uttan fyri høvuðsdyrnar á Listaskálanum. Hans Pauli Olsen gjørdi hana í 1990. Standmyndin er gáva frá Listafelag Føroya.

Play audiofile 9
10

“Minnisvarði teirra sjólátnu” stendur í Plantasjuni. Hann varð reistur í 1956 at minnast teir sjómenn, sum fórust undir 2. veraldarbardaga.

Play audiofile 11
12

Standmyndin av Hans Andrias Djurhuus er uttanfyri Sjónleikarhúsið í Tórshavn. Jens Peter Kellermann hevur gjørt standmyndina í 1991. Hans Andrias var føroyskur rithøvundur og skald, hann livdi frá 1883 til 1951. Hann skrivaði bæði søgur og fosturlandssangir, og hann hevur eisini yrkt nógvar barnasangir.

Play audiofile 13
14

Dansandi børn stendur á Vaglinum í Tórshavn. Fridjof Joensen gjørdi standmyndina í 1992.

Play audiofile 15
16

Her eru tvær konur, sum standa uttan fyri ein handil í miðbýnum. Tær hyggja oman eftir handilsgøtuni. Andreas Andreassen gjørdi standmyndina í 1992.

Play audiofile 17
18

Maðurin hevur verið eftir torvi, sum hann hevur skorið í haganum. Nú er leypurin fullur av torvi. Konan hevur verið burtur í haga og mjólkað neytunum. Nú er mjólkin í dylluni. Soleiðis fingu tey hita í húsini og mjólk at drekka fyrr í tíðini.

Play audiofile 19
20

Standmyndin er av Rasmus Christoffer Effersøe. Hon er á vøllinum uttan fyri tinghúsið á Vaglinum í Tórshavn. Flestu okkara kenna hann som rithøvund og politikara. Han var útbúgvin landbúnaðarráðgevi. Føroyski listamaðurin Fridtjof Joensen gjørdi hesa standmynd 1933.

Play audiofile 21
22

Áarstovubrøðurnir eru Janus Djurhuus og Hans Andrias Djurhuus, sum eru føddir í 1880`unum. Janus yrkti meira hugtungt og myrkt, og Hans Andrias yrkti meira lætt og ljóst. Yrkingarnar eru kendar og verða brúktar enn í dag. Janus Kamban gjørdi standmyndina í 1984.

Play audiofile 23
24

Nólsoyar Páll var føddur 11. oktober 1766 í Nólsoy. Hann var bátasmiður, sjómaður, uppfinnari, bóndi og yrkjari. Hann stríddist fyri, at føroyingar fingu egin skip og loyvi at handla við onnur lond. Hann er tí ein av okkara tjóðarhetjum.

Play audiofile 25
26

Sigmundur Brestisson kristnaði Føroyar í árinum 999. Hans Pauli Olsen, myndahøggari, gjørdi standmyndina. Hon varð sett upp við Vesturkirkjuna í 2006.

Play audiofile 27
28

Kennir tú nakrar standmyndir?

Play audiofile 29
Standmyndir í Havn

Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva/ Guvvieh/ Nuotraukos/ Photo:
S1: Stig Nygaard - commons.wikimedia.org
S4-28: Føroyskir skúlabókavørðir
Forrige side Næste side
X