Skift
språk
Sosialir miðlar og samskifti
2
Sosialir miðlar og samskifti

Matilda, Josef, Nahla och Celin - Östergårdsskolan 08A

Omsett til færøysk av June-Eyð Joensen
3
4

Sosialir miðlar er heildarhugtak fyri heimasíður á alnótini, støð og netverk, har fólk “hittast”, siga frá tí, tey takast við, kjakast, deila upplýsingar, vitan og áhugamál.

5
6

Skype varð givið út fyrstu ferð í 2003. Forritið verður brúkt til at samskifta við, fyrst og fremst umvegis ip-telefontøkni. Forritið varð ment av svianum Niklasi Zennström og dananum Janusi Friis.

7
8

Facebook er ein sosialur miðil ella sosial netverkstænasta, sum Mark Zuckerberg setti á stovn í februar 2004 og sum verður rikin av Facebook Inc.

9
10

YouTube er ein heimasíða við sjónbandaupptøkum, sum brúkararnir sjálvir senda upp. YouTube varð sett á stovn í 2005 í USA.

11
12

Twitter byrjaði í 2006. Twitter er ein mikro-bloggur, har tú skrivar boð, sokallað “tweets”. Nógvir einstaklingar, virki, listafólk og felagsskapir brúka Twitter. Amerikanski forsetin Donald Trump er kendur fyri at brúka Twitter.

13
14

Messenger byrjaði sum Facebook-kjatt í 2008. Tað er ein kjatt-app og forrit, har tú bæði kanst skriva og tosa við onnur. Messenger varð givið út í 2011.

15
16

WhatsApp byrjaði í 2009. Tað er ein fartelefon-app til snildtelefonir. Hon verður brúkt til at senda boð, ringja, senda myndir umframt sjónbandasamrøður. Tað er Facebook, sum eigur WhatsApp.

17
18

Instagram er ein ókeypis fartelefon-app til mynda- og sjónbandadeiling og eitt sosialt netverk, sum varð givið út í oktober 2010. Tað er Facebook, sum hevur ment appina.

19
20

Kik Messenger ella Kik er ein fartelefon-app, mest roknað til kjatt. Appin er væl umtókt millum ungdómar. Kik varð ment í Kanada í 2010.

21
22

Snapchat tók seg upp í 2011. Snapchat er ein app til myndadeiling og margmiðlar. Tað serliga við Snapchat er, at móttakarin bara sær myndirnar í stutta tíð.

23
24

TikTok, sum fyrr æt Musical.ly, er ein app, sum børn og ung í ymsum aldrum brúka. Tað er ein app, har tú kanst gera sjónbandaupptøkur, senda boð og senda live-upptøkur. TikTok tók seg upp í 2016 í Kina undir navninum Douyin.

25
26

Tað er týdningarmikið ikki at trúgva øllum, tú sært á sosialu miðlunum. Tú skalt heldur ikki skriva tílíkt, sum ikki kemur øðrum við. Tú skalt heldur ikki bera ósannindi, tí tey kunnu spjaða seg skjótt. Tað er týdningarmikið ikki at lata øðrum síni loyniorð, tí tá kunnu onnur bróta inn á tínar brúkarar.

27
28

Hevur tú roynt nakrar av hesum sosialu miðlunum?

29
Sosialir miðlar og samskifti

Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva/ Guvvieh/ Nuotraukos/ Photo:
S1+26+28: Gerd Altmann - pixabay.com
S4: Gino Crescoli - pixabay.com
S6: Skype - commons.wikimedia.org
S8+14+16+18: Facebook Inc.- commons.wikimedia.org
S10: YouTube - commons.wikimedia.org
S12: Twitter - commons.wikimedia.org
S20: Kik Interactive - commons.wikimedia.org
S22: Phys.org
S24: TikTok - commons.wikimedia.org
Forrige side Næste side
X