Skift
språk
Sledehunden - Grønlandshunden
Sletuhundurin - grønlandshundurin

Hanne Christensen

Omsett til færøysk av Asta Wolles
3
4

Sledehunden finnes bare på Nordgrønland – nord for Polarsirkelen. Fra Sisimiut og opp til Siorapaluk i den nordligste delen av Grønland og på Østgrønland.

Sletuhundar eru bara at finna í Norðurgrønlandi - norðan fyri polarkringin. Tað er millum Sisimiut og Siorapaluk í norðasta parti av Grønlandi og so eisini í Eysturgrønlandi.

5
6

En Grønlandshund er i familie med Chow Chow-hunden og Sibirsk Husky.

Grønlandshundurin er í familju við chow-chowhundar og sibiriskan husky.

7
8

I den nordlige delen av Grønland fryser havet til is. I gamle dager dro man med hundeslede for å jakte eller reise over isen.

Í norðara parti av Grønlandi frystir havið til ís. Í gomlum døgum nýttu fólk hundasletu, tá tey skuldu veiða ella ferðast tvørtur um ísin.

9
10

En valp begynner å spise fôr når den er omkring 3-4 uker. En stor valp på 4 måneder spiser like mye som en voksen hund. Hundene spiser mest sel og fisk.

Tá hundahvølpurin er 3-4 vikur gamal, byrjar hann at eta fasta føði. Ein stórur hvølpur, sum er 4 mánaðir gamal, etur líka nógv sum ein vaksin hundur. Føðin hjá hundunum er mest fiskur og kópur.

11
12

Hundene kan bli opptil 20 år gamle. De er store og kan veie mellom 25-45 kg.

Hundarnir kunnu gerast heilt upp til 20 ára gamlir. Teir eru stórir og kunnu viga millum 25 og 45 kg.

13
14

Hunder over 6 måneder skal være i band og ha en hundeplass. Man må være over 16 år for å få en hundeplass.

Hundar eldri enn 6 mánaðir skulu vera íbundnir og skulu hava eitt hundapláss. Ein skal vera 16 ár fyri at kunna fáa eitt hundapláss.

15
16

En stor valp på 5-6 måneder løper med i hundespannet. Når den er 1 år kan den trekke.

Ein stórur hvølpur, sum er 5-6 mánaðir gamal, sleppur at renna við í hundatoyminum. Tá hann er 1 ára gamal, sleppur hann at draga við.

17
18

For å trekke en hundeslede kan det være én eller flere hunder. Men når et barn vil lære å kjøre hundeslede bruker man helst én hund som trekker.

Fyri at draga hundasletuna er neyðugt við einum ella fleiri hundum. Tá eitt barn skal læra seg at koyra við hundasletu, verður tó ofta byrjað við einum hundi.

19
20

Hvis man ikke eier små valper er det veldig vanskelig å leke med dem fordi moren deres er i nærheten og beskytter dem.

Tað er ikki lætt at sleppa at spæla við hvølparnar, um tíkin er í nánd, tí hon verjir teir væl.

21
22

De store hundene må man ikke komme i nærheten av da de kan angripe folk for å beskytt seg selv.

Tað er vandamikið at nærkast teimum vaksnu hundunum, tí teir kunnu leypa á fyri at verja seg.

23
24

Cirka halvparten av hundene eies av jegere. Den andre halvparten eies av folk som har dem som fritidsinteresse.

Veiðimenn eiga umleið helvtina av hundunum. Fólk, sum hava hundar sum frítíðaráhuga, eiga hina helvtina.

25
26

På den sørligste delen av Grønland er det normalt å ha andre hunderaser som kjæledyr inne i husene.

Í sunnara parti av Grønlandi er vanligt at hava onnur hundasløg sum kelidjór heima við hús.

27
28

Har du sett en sledehund? Har du kjørt med hundeslede?

Hevur tú sæð ein sletuhund? Hevur tú nakrantíð koyrt við hudasletu?

29
Sledehunden - Grønlandshunden

Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva/ Guvvieh: S1: Hanne Christensen S4: CIA World Fact Book - commons.wikimedia.org S6+12: Greenland Travel - flickr.com S8: Carl Rasmussen (1841–1893) S10+20: Chmee2/Valtameri - commons.wikimedia.org S14+28: Kim Hansen - commons.wikimedia.org S16: Thomas Ritter - pixabay.com S18: Af.mil S22: Taken - pixabay.com S24: Naalakkersuisut S26: Pxhere.com
Forrige side Næste side
X