Mainīt
valodu
Play audiofilefo
Play audiofilefo
Svenskar uglur
2
Svenskar uglur

Jakob och Simon Norberg

Tulkojums uz fēru valodu Guðrun Elttør
3
4

Stóra hornuglan livir í øllum Svøríki. Hon býr í skógum við fjøllum og á klettum. Hornuglan er størsta uglan í Svøríki. Hon er eisini verðsins størsta ugla. Hornuglan er hótt, tí verða ungarnir aldir í fangilsi, og síðandi verða teir sleptir út í náttúruna.

Play audiofile

Play audiofile 5
6

Spurvauglan livir í øllum Svøríki. Hon er minsta uglan í Svøríki, og hon er einans 16 cm long. Spurvauglan livir í nálaskógum og blandaðum skógum. Hon etur mýs, akurmýs ella smáfulglar.

Play audiofile 7
8

Slaguglan livir í norður Svøríki, og henni dámar best at búgva í gomlum nálaskógum við niðurdotnum, deyðum trøum. Hon etur akurmýs, smákykt, fulgar og froskar. Hon kann enntá eta aðrar uglur og viðhvørt harur og íkornar.

Play audiofile 9
10

Perluuglan er næstminsta uglan og er at finna í øllum Svøríki. Hon er 26 cm long og vigar 100-200 gram. Hon livir í tøttum nálaskógi. Uglan livir av músum, akurmúsum og fuglum.

Play audiofile 11
12

Kattúla livir í Suður- og Miðsvøríki. Hon er ein tann mest vanliga uglan. Kattúlan ljóðar sum ein ketta, harav kemur navnið. Hon veiðir um náttina, og hon bæði sær og hoyrir sera væl, eisini flýgur hon ljóðleyst íkring.

Play audiofile 13
14

Snjóuglan finst í fjøllunum. Hon er sjáldsom og er ein av størstu uglunum. Snjóuglan byggir reiður niðri á markini. Ljóðið av snjóugluni hoyrist 10 km burtur.

Play audiofile 15
16

Hornuglan er ein av mest vanligu uglunum. Hon fekk navnið av, at hon hevur tveir duskar á høvdinum, sum líkjast hornum. Hornuglan hevur reyðgul eygu. Hon byggir reiður í gomlum krákureiðrum og skatureiðrum.

Play audiofile 17
18

Nógvar uglur savna sær mat til veturin. Flestu uglurnar veiða um náttina, og tær eta 4-5 mýs ella fuglar hvørja nátt. Sum oftast verpa uglur 2-6 egg um várið.

Play audiofile 19
20

Ein ugla kann snara høvdinum so nógv, at hon kann hyggja aftureftir. Eyguni á uglum kunnu ikki flytast, tí má hon flyta høvdið fyri at hyggja. Ein ugla hevur trý eygnalok; eitt til at blinka við, eitt til at sova við og eitt til at halda eygað reint.

Play audiofile 21
22

Eru uglur har, sum tú býrt?

Play audiofile

Eru uglur har, sum tú býrt?

Play audiofile 23
Svenskar uglur

Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva/ Guvvieh: S1: Boréal - commons.wikimedia.org S4: Albrecht Fietz - pixabay.com S6+12: Stefan Berndtsson - flickr.com S8: Gerhard Gellinger - pixabay.com S10: Denali National Park and Preserve - commons.wikimedia.org S14: Daniel Schulz - pixabay.com S16+18+20: Pxhere.com S22: Rudy and Peter Skitterians - pixabay.com
Forrige side Næste side
X