valodu
Kea Kröber
Tulkojums uz zviedru valodu Susanne BackeZīmju valoda: Marie Winterfeldt
Koronavirus er eitt nýtt virus, sum á fyrsta sinni varð uppdagað í Kina í 2019. Tað elvdi til eina farsótt har. Virusið líkist einum kransi og eitur tí Korona. Tað er latín og merkir kransur ella krúna.
Coronavirus är ett nytt virus som först upptäcktes i Kina 2019. Det blev en epidemi där. Viruset liknar en krans och kallas därför "Corona". Det är latin för "krans" eller "krona".
Tá virusið ger okkum sjúk, eitur tað COVID-19. Tað er ein ensk stytting fyri “Corona virus desease 2019”. Enn finst einki koppingarevni móti tí.
När Coronavirus gör oss sjuka kallas det COVID-19. Det är en engelsk förkortning för “Corona virussjukdom 2019”. Det finns inget vaccin än.
Koronavirus hevur spjatt seg sera skjótt til Evropa og allan heimin. Tí eitur tað nú ein alheimsfarsótt ella ein pandemi. Mong eru vorðin sjúk. Summi fáa eingi sjúkueyðkenni, tey flestu gerast eitt sindur sjúk, og onnur gerast álvarsliga sjúk.
Coronavirus har spridit sig snabbt till Europa och till världen. Därför kallas det nu för en pandemi. Många människor blir sjuka. Vissa får inga symtom, de flesta blir lite sjuka och andra blir allvarligt sjuka.
Børn eru ikki í vandabólki. Gomul fólk og onnur, sum eru veik av tí, at tey hava aðrar sjúkur, kunnu gerast álvarsliga sjúk. Sjúkueyðkennini minna um beinkrím við t.d. hosta, fepri og at hava ilt við at draga andan.
Barn är inte någon riskgrupp. Gamla människor och de som redan är försvagade av sjukdom kan bli allvarligt sjuka. Symtomen liknar en influensa, t.ex. hosta, feber och andningsproblem.
Fólk, sum hava fingið staðfest koronasmittuna, verða sett í sóttarhald. Tað merkir, at tey antin skulu vera heima við hús ella verða sett í sóttarhald onkra aðra staðni.
Personer som har testats positivt med Coronavirus är i karantän. Det vill säga de måste antingen stanna hemma eller i karantän någon annanstans.
Vit kunnu verja okkum sjálvi og onnur við at halda nakrar einfaldar ásetingar.
Vi kan skydda oss själva och andra från infektion genom att följa några enkla regler.
Vaska tær væl um hendurnar við sápu í 30 sekund og brúka spritt. Syng sangin Dovni Jákup tvær ferðir ímeðan. Ger tað, áðrenn tú fert til borðs og aftaná, tá tú hevur verið á vesi, og tá tú hevur snýst tær.
Tvätta händerna med tvål noggrant i 30 sekunder och använd handsprit. Sjung låten "Broder Jacob" två gånger. Du bör göra detta före och efter att du ätit, efter att du har besökt toaletten, efter att du har snutit näsan.
Hosta og njósa inn móti arminum við albogan og ansa eftir øðrum við at hava fjarstøðu.
Man måste hosta och nysa i armen vid armbågen och ta hänsyn till sina kamrater genom att hålla avstånd till varandra.
Hav ikki tætt samband við onnur, t.d. við at taka í hondina, mussa ella klemma. Har fleiri fólk ganga, er neyðugt at gera reint oftari.
Man måste undvika nära kontakt med andra människor som handskakningar, kindkyssar och kramar. Du måste städa ofta där människor rör sig.
Tann, sum kennir seg sjúkan, skal halda seg heima við hús og ringja til lækna, um hann fær nógvan fepur og fær ilt við at anda.
Om du känner dig sjuk bör du stanna hemma, och ringa din läkare om du blir sämre med feber och andningssvårigheter.
Í mars 2020 lótu mong lond skúlar, barnagarðar og handlar aftur, og tað varð bannað at savnast í stórum tali, hetta fyri at seinka sjúkuni at spjaða seg.
I mars 2020 stängdes skolor, förskolor och butiker i många länder och det blev förbjudet med stora folksamlingar för att försvåra att sjukdomen sprider sig.
Um øll verða sjúk samstundis, hava sjúkrahúsini ikki nóg mikið av seingjarplássum. Eisini eru landamørkini millum fleiri lond stongd.
Om alla blir sjuka på en gång finns det inte plats på sjukhusen. Gränserna mellan många länder stängdes också.
Heimsmál nr. 3 eitur “Góð heilsa og vælvera” og snýr seg um, at øll menniskju í øllum londum eiga rætt til góða heilsu innan 2030. COVID-19 er bert ein av mongum farsóttum í heiminum. Tí er umráðandi, at heilivágur altíð er nóg bíligur hjá øllum.
Världsmål 3 kallas ”Hälsa och välbefinnande” och handlar om att säkerställa att alla människor i alla länder måste garanteras god hälsa år 2030. COVID-19 är bara en av många epidemier i världen. Därför är det viktigt att medicinen alltid är billig för alla.
Hóast kreppan kann kennast ófrættakend ella óhugnalig, er umráðandi at trúgva, at tað verður gott aftur. Tað er umráðandi at tosa við ein vaksnan um sínar hugsanir.
Medan krisen kan kännas besvärlig är det viktigt att bevara tron på att det kommer att bli bra igen. Det är viktigt att prata med en vuxen om sina tankar.
Hugsar tú um, hvussu tú kanst ansa eftir tær og øðrum? Veitst tú onkran annan sang, sum varir umleið 30 sekund, sum tú kanst syngja, meðan tú vaskar tær um hendurnar?
Tänker du på hur du kan ta hand om dig själv och andra? Känner du till en annan låt som varar cirka 30 sekunder att sjunga medan du tvättar händerna?
Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva/ Govvá/ Guvvieh/ Nuotraukos/ Fotod/ Photo:
S1+4: iXimus - pixabay.com + NIAID - flickr.com
S6: U.S. Air Force Graphic by Rosario "Charo" Gutierrez - minot.af.mil
S8+24: Alexey Hulsov - pixabay.com
S10: Alexandra Koch - pixabay.com
S12: Congerdesign - pixabay.com
S14: sst.dk
S16: Hatice EROL - pixabay.com
S18: Clogsilk - flickr.com
S20: CDZ - pixabay.com
S22+30: Mohamed Hassan - pxhere.com
S26: besser-im-blick.de
S28: Globalgoals.org
S32: Succo - pixabay.com