Mainīt
valodu
Býflugur og býfluguhald
Býflugur og býfluguhald

Carl-Gustav Hardonk Nissen

Tulkojums uz fēru valodu Asta Wolles
3
4

Fólki hevur altíð dámað hunang. Á einum 8000 ára gomlum holumálningi í Spania sæst ein persónur, sum tekur hunang beinleiðis úr einum býflugubøli.

5
6

Í miðøld varð hunangur nýttur at søta við, tí ikki var eins lætt at fáa fatur á sukri, og tað er í dag. Tað ber væl til at brúka hunang í staðin fyri sukur, t.d. tá tú bakar.

7
8

Tað ber til at hava býfluguhald upp á fleiri ymiskar mátar. Tey eftirgjørdu býflugubølini verða rópt býfluguhús. Úti í náttúruni búgva býflugurnar í býflugubølum, sum tær sjálvar gera sær í tómum viðarbulum ella øðrum líknandi.

9
10

Býflugurnar byggja altíð í sekskantum (hexagon). Tí hevur býflugubóndin sett tunnar vokstalvur í býfluguhúsið, soleiðis at býflugurnar halda fram at byggja í teimum. Tá býflugurnar hava bygt talvuna, so hon hevur røttu tjúkdina, kann hon brúkast til antin yngul, pollen ella hunang. Hvíti bletturin á myndini er eitt egg, sum drotningin hevur lagt.

11
12

Á hásumri, tá flest býflugur eru í húsinum, kunnu tær vera slakar 60.000 í tali. Í húsinum eru trý ymisk sløg av býflugum: Drotning, kallbýflugur og arbeiðarar. Drotningin er hin størsta býflugan.

13
14

Í hvørjum húsi ella bøli er bert ein drotning. Hon leggur bara egg. tað eru bert fáar kallbýflugur. Tær para seg við aðrar drotningar fyri at spreiða ílegurnar. Nógv tann størsti parturin er arbeiðarar. Teir fostra yngulið, sanka pollen og nektar og gera tað til hunang. Drotningin stýrir, hvat kyn býflugurnar hava.

15
16

Býflugubóndin fæst við býflugurnar frá um várið til um heystið. Hann hyggur t.d. eftir, um býflugurnar eru í “pollenbuksum.” Tær smáu kúlurnar av pollendusti, sum býflugurnar hava savnað á bakbeinunum, verða kallaðar “pollenbuksur.”

17
18

Býflugurnar vitja nógvar blómur hvørja ferð, tær flúgva. Hvørja ferð ein býfluga vitjar eina blómu, fær hon eitt vet av blómudusti á kroppin, og tað fylgir so við henni til eina aðra blómu.Hetta eitur at dusta, og tað er sera týðandi fyri planturnar.

19
20

Tíðliga um summarið fara býflugurnar undir at savna saman hunang til vetrarføði. Býflugubóndin hyggur til býflugurnar umleið eina ferð um vikuna fyri at kanna eftir, um tær hava tað gott.

21
22

Býflugubóndin kannar ofta, um býflugurnar hava nóg mikið av plássi. Hava tær ikki tað, gera tær eina drotning aftrat. Síðani fer helvtin av teimum úr býfluguhúsinum og setir seg á eitt træ ella ein runn. Tá er tað, at tær sveima. Eingin eigur ein býfluguriðil, so hvør sum helst kann taka hann við til hús og koyra hann í eitt tómt hús ella bøli.

23
24

Tá ⅔ av talvunum eru forseglaðar við voksi, fer bóndin at taka hunang. Voksið verður tikið burturúr, og talvurnar verða sentrifugeraðar í eini hunangssentrifugu. Síðani verður hunangurin latin í eina spann og rørt verður, til hann kann stoytast í gløs.

25
26

Flestu býflugurnar doyggja, tá komið er út á summarið. Restin livir av einum sukurdeiggi í staðin fyri hunang um heystið. Um veturin eru býflugurnar friðarligar. Tær sita í einum klumpi, har hitin er 30-35 stig. Tær flyta seg sera seint fyri at spara orku.

27
28

Tey flestu taka hunang tvær ferðir árliga. Tað eru nógv sløg av hunangi: Rapshunangur, blómuhunangur, lynghunangur og fleiri aftrat.

29
30

Um ongar býflugur vóru, høvdu trø, berjarunnar og blómur spakuliga doyð út, og vit høvdu ikki kunna fingið tær frálíku fruktirnar frá frukttrøunum. ST-heimsmál nr. 15 snýr seg um at verja “lívið á landi.”

31
32

Tí eiga vit at verja býflugurnar og syrgja fyri, at tað eru nógvar blómur í náttúruni og ikki nýta blantueitur, sum býflugurnar doyggja av. Mong duga ikki at síggja mun á eini vespu og eini býflugu, dugir tú?

33
Býflugur og býfluguhald

Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva/ Guvvieh/ Nuotraukos/ Photo:
S1: Pexels.com + globalgoals.org
S4: Jose Morella - es.wikiloc.com
S6: Taccuino Sanitatis - 14. årh. - commons.wikimedia.org
S8+10+12+20+24+26+28: Carl-Gustav Hardonk Nissen
S14: Franz Schmid - pixabay.com
S16: Pixnio.com
S18: Tim Hill - pixnio.com
S22: Berit Hardonk Nissen
S30: Globalgoals.org
S32: Ralph - Pixabay.com + David Hablützel - pexels.com
Forrige side Næste side
X