Mainīt
valodu
Rovfuglar í Svøríki
2
Rovfuglar í Svøríki

Evelina Norberg

Tulkojums uz fēru valodu Asta Wolles
3
4

Havørnin livir í skergarðinum í Eystursjónum og við stóru vøtnini í sunnara parti av Svøríki. Havørnin er størsti rovfuglur í Svøríki. Hon etur fisk, harur og  særd ella skadd djór.

5
6

Kongaørnin er friðað í Svøríki. Hon ger sær reiður í berginum ella í onkrum gomlum vita. Bøgan verpur tvey egg, sum hon bølir í 6 vikur.

7
8

Ein ørn kann gerast 50 ára gomul. Ørnir eru av mest hóttu fuglasløgum, tí tær verða so nógv jagstraðar, og eisini eru tær í vanda av umhvørviseitran. Tær síggja eina best av øllum djórum á jørðini og kunnu síggja eitt djór 3,5 kilometrar burturi.

9
10

Flestu ørnir verpa tvey egg. Ofta drepur ungin, sum kemur fyrst úr egginum, hin, tá tað seinna eggið klekist. Eftir at talið av ørnum í Svøríki hevur verið fallandi seinastu 50 árini, er tað nú vaksandi aftur.

11
12

Høsnaheykur livir allastaðni í Svøríki uttan í fjøllunum. Hann trívist bæði í leyvskógi og nálaskógi. Bøgan og steggin líkjast. Høsnaheykur er eisini friðaður í Svøríki.

13
14

Spurvaheykur er av vanligastu rovfuglum í Svøríki og finst um alt landið. Hann livir av smáfuglum, men kann eisini taka størri fuglar sum t.d. dúgvur. Spurvaheykurin fer úr Svøríki í august og flýgur til heitari lond, men í mars-apríl mánaði kemur hann aftur.

15
16

Músvákur livir í Suður- og Miðsvøríki í skógum, sum eru tætt við akrar. Bøgan er størri enn steggin. Músvákurin situr ofta høgt uppi í trøunum og skimast eftir fongi. Hann etir mýs, ferføtlur, froskar og slangur.

17
18

Grýtissmyril er ein lítil rovfuglur, sum livir um alt Svøríki. Hann kann hanga stillur í luftini, meðan hann flaksar við veingjunum. Grýtissmyril byggir sær ikki reiður sjálvur, men tekur reiður, sum aðrir fuglar eru farnir frá.

19
20

Kennir tú nakran annan rovfugl?

Kennir tú nakran annan rovfugl?

21
Rovfuglar í Svøríki

Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva/ Guvvieh: S1+18: Andreas Trepte - commons.wikimedia.org S4: Kenny_lex - flickr.com S6: Silke - pixabay.com S8: Ron Porter - pixabay.com S10: Murray Foubister - commons.wikimedia.org S12: Sandid - pixabay.com S14: Eddy Van 3000 - commons.wikimedia.org S16: Hans Benn - pixabay.com S20: Jessandzak - pixabay.com
Forrige side Næste side
X