Mainīt
valodu
Fotosyntesa - rein luft!
Fotosyntesa - rein luft!

Thomas Buhl og Vivi Mærsk

Tulkojums uz fēru valodu Asta Wolles & Thordis Dahl Hansen
3
4

Fotosyntesan er ein tilgongd, har plantan ger sólarljósið til orku og reint súrevni.

5
6

Fotosynustesa fer fram í plantum. Av tí at sólarljós skal til, fer fotosyntesan ikki fram um náttina.

7
8

Í kyknunum hjá plantunum eru “grønkorn”. Tað eru tey, sum gera plantuna grøna. Tað er í grønkornunum, at fotosyntesan fer fram.

9
10

Fotosyntesan byrjar við, at plantan tekur vatn úr rótini (H₂0), ljós frá sólini og koltvísúrni (CO₂) úr luftini.

11
12

Koltvísúrni kemur inn í plantuna við hjálp frá varrakyknum, sum eru smá hol í blaðnum á plantuni.

13
14

Í grønkornunum verður sólarljós, koltvísúrni og vatn gjørt til sukurevni og súrevni. Sukurevni vera eisini nevnd kolhydrat. Súrevni verður latið út í luftina, soleiðis at vit kunnu anda fríska luft.

15
16

Av tí at tað eru plantur, sum gera súrevni til luftina, so verður regnskógurin ofta kallaður fyri “jarðarinnar lungu”.

17
18

Í náttúrulærugreinunum kann fotosynutesan skrivast soleiðis: koltvísúrni + vatn + sólarljós = súrevni + sukurevni.

19
20

15. heimsmálið er um “lívið á landi” - um at varðveita nattúruna. Tað merkir millum annað, at vit skulu gróðurseta fleiri trø, enn vit fella, soleiðis at luftin verður reinsað fyri koltvísúrevni, og at vit fáa meira súrevni og reinari luft. Sostatt fotosyntesan!

21
22

Heldur tú, at blóðbók (reyðbók) hevur grønkorn?

23
Fotosyntesa - rein luft!

Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva/ Guvvieh: S1: Marek Kokeš - pixabay.com S4: Flaticon.com S6: Adrian Pelletier - pixnio.com S8: Hajnalka Mahler - pixabay.com S10: Markéta Machová - pixabay.com S12: Marc Pascual - pixabay.com S14: Pxhere.com S16: Ben Britten - flickr.com S18: Stefan Nielsen S20: Globalgoals.org S22: Hubertus - wikimedia.org
Forrige side Næste side
X