kalbą
Pernille Kousgaard Andersen & Rebekka Hardonk Nielsen
Išversta į farerų iš June-Eyð JoensenSeinni heimsbardagi byrjaði í 1939, tá ið Týskland leyp á Pólland. 9. apríl 1940 gjørdu týskir hermenn innrás í Danmark.
Seinni heimsbardagi byrjaði í 1939, tá ið Týskland leyp á Pólland. 9. apríl 1940 gjørdu týskir hermenn innrás í Danmark.
Danir vistu, at týskarar vóru á veg til Noregs eftir jarnmálmi, og tí gjørdu teir einki, tá ið teir varnaðust týskar herflotar í Stórabelti nakrar dagar frammanundan. Her síggjast ruturnar, sum týskarar brúktu upp ígjøgnum Danmark.

Tað var eitt álop, sum kom óvæntað á danir kl. 4 um morgunin. Danir vórðu vaktir av stríðsflogførum og hermonnum.

Danir lótu seg øgiliga skjótt upp í hendurnar á týskarum, tí herurin ikki var nóg væl fyri til at stríðast ímóti.

Telefonsambandið varð avbrotið, og tí stríddust nakrar herdeildir í Suðurjútlandi víðari, tí tær ikki vistu, at Danmark hevði givið seg undir. 16 hermenn doyðu 9. apríl 1940.

Í Aalborg vórðu fyrstu flogseðlarnir tveittir niður yvir býin. Tað vóru seðlar við skeivum donskum málburði og við yvirskriftini “Oprop!” - har týskarar greiddu frá, at teir vardu Danmark ímóti onglendingum.

Síðstu krígsárini tóku fleiri mótstøðubólkar seg upp, sum stríddust ímóti týskarum. Teir hjálptu onglendingum við at taka ímóti vápnum og hermonnum ella gjørdu herverk. Ein víðagitin bólkur kallaðist “Hvidstens-bólkurin”. Nógv vórðu tikin av døgum.

Danmark var hersett í fimm ár og varð alment frælst 5. mai 1945.
Tveir dagar seinni bumbaði Sovjetsamveldið Bornholm og hersetti oynna 9. mai. Bornholm varð tískil ikki frælst fyrr enn 5. mai 1946 - eitt ár eftir restini av Danmark.

Danir minnast framvegis 9. apríl og frælsisdagin 5. mai. Nógv seta ljós í vindeyguni 4. mai um kvøldið sum eitt tekin um, at hersetingin endaði.

Kennir tú nakran, sum sjálvur hevur upplivað kríggj? Hvør er søga teirra?
Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva/ Guvvieh: S1: Lars Lindeberg - commons.wikimedia.org S4+8: Nationalmuseet - samlinger.natmus.dk S6: Weserübung-Süd_Norsk.PNG/ Lindberg - commons.wikimedia.org S10+18: Nationalmuseet - flickr.com S12: Ukendt - commons.wikimedia.org S14: Comrade King - flickr.com S16: Hans Jørn Storgaard Andersen - commons.wikimedia.org S20: Ukende - Frihedsmuseet - flickr.com S22: torange.biz S24: U.S. Navy - 1944 - commons.wikimedia.org